top of page

Orkuútbygging og náttúruvernd - fyrilestur við Andra Snær Magnasyni og almennur pallborðsfundur


31. august kl. 17.00 skipar FNU fyri almennum tiltaki í Perluni um orkuframleiðslu og náttúruvernd. Tiltakið er í sambandi við at árligi fundurin hjá norðurlendsku umhvørvisfelagsskapunum verður í Føroyum tann 30. - 31. august.

Í Føroyum eru vit í løtuni í gongd við stórar orkuútbyggingar, sum fara at hava stóra ávirkan á náttúru og umhvørvi. Samstundis er arbeiðið farið í gongd at smíða nýggja náttúruverndarlóg. Umráðandi er nú at seta spurningin, hvussu tað ber til at sameina grønan orkupolitikk og náttúruvernd?

Vit hava bjóðað Andra Snær Magnasyni - altjóða viðurkendur rithøvundur, umhvørvisaktivistur og forsetisvalevni í Íslandi í 2016 - at byrja tiltakið við einum fyrilestri, ið hann kallar "Um tíð og jøklar" - har hann m.a. kemur inná, hvussu langt mann skal fara við at tránýta náttúruna til tess at vinna meira og meira orku.

Andri Snær Magnason hevur seinastu árini miðvíst funnist at verandi tránýtslu av íslendsku náttúruni. Í fyrilestrinum ferðast Andri gjøgnum vísindi, yrking, mytologi, politikk og persónligar eygleiðingar og vísir, hvussu støðan í Íslandi kann nýtast til at skilja heimsumfatandi umhvørvisligar trupulleikar.

Eftir fyrilesturin verður pallborðskjak um náttúruvernd, tá ið tað snýr seg um orkuútbyggingar og orkupolitikk.

Tiltakið er ókeypis.

bottom of page