top of page

Umhvørvisárinsmetingin av nýggja Sundsverkinum tekur eingi atlit til CO2-útlát

Hóast útlát av vakstrarhúsgassi er ein tann størsta og mest umfatandi umhvørvisdálkingin í nútíðarhøpi, er eingin viðgerð av hesum útláti við í umhvørvisárinsmetingini av elverkinum á Sundi. Vísandi til §16 í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni hevur FNU kært umhvørvisárinsmetingina.

---

Tórshavn 10. August 2017

Heilsu- og Innlendismálaráðið

Eiragarður 2

FO-100 Tórshavn

Kæra av umhvørvisárinsmeting av útbygging av el-verkinum á Sundi við støði í §16 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni

Hin 19. juni 2017 kærdi Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag avgerðina hjá Umhvørvisstovuni at góðkenna umhvørvisárinsmetingina hjá SEV av útbyggingini av el-verkinum á Sundi. FNU vísti í kæruni á, at umhvørvisgóðkenningin er givin, hóast umhvørvisárinsmetingin ikki kemur inn á útlát av vakstrahúsgassum. Tað, at umhvørvisárinsmetingin ikki tekur hædd fyri útláti av vakstrarhúsgassi, sum er ein tann størsta og mest umfatandi umhvørvisdálkingini í nútíðarhøpi, má metast at vera undranarvert. Tí kærdi FNU góðkenningina av umhvørvisárinsmetingini, og vísti á Paríssáttmálan, Orkupolitikk Føroya og Veðurlagspolitik Føroya, umframt skylduna hjá landsins myndugleikum at taka atlit til orkupolitikk landsins, tá loyvi til útbyggingina varð ummælt.

Eftir áheitan frá Umhvørvisstovuni, verður henda kæra av umhvørvisárinsmetingini gjørd í mun til §16 í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Í §16 í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni stendur, at ein umhvørvisárinsmeting skal verða gjørd, áðrenn loyvi verður latið til framleiðslu av ravmagni, og at úrslitini av metingini skulu góðtakast av landsstýrismanninum.

FNU metir ikki, at umhvørvisárinsmetingin av útbyggingini av el-orkuverkinum á Sundi, frá september 2016, í nóg stóran mun tekur hædd fyri teimum umhvørvisárinum, sum kunnu standast av útbyggingini. Í umhvørvisárinsmetingini verður útlát at koltvíiltu als ikki viðgjørt. Føroyar eru í ferð við eina grøna umstilling, og síggjast kann ikki burturfrá teimum avleiðingum sum nýtslan av jarðrunnum brennievnum fer at hava á samfelagið – umhvørvisliga, búskaparliga og sosialt. Tí metir FNU ikki, at myndugleikin kann góðkenna eina so ófullfíggjaða umhvørvisárinsmeting, sum hana viðvíkjandi útbyggingini av el-verkinum á Sundi.

Umhvørvisárinsmetingar verða brúktar sum grundarlag undir avgerðum, tá týdningarmiklar umhvørvisligar avleiðingar kunnu standast av ávísum verkætlanum. Ein umhvørvisárinsmeting skal rita upp og viðgera tey árin, sum kunna vera í sambandi við útbyggingina.

Tá umhvørvisárinsmetingar verða gjørdar, skal m.a. vera hugt eftir, hvørjar altjóða umhvørvisavtalur eru galdandi. Bæði avtalur, sum snúgva seg um náttúruvernd og lívfrøðiligt margfeldni, og avtalur sum fata um dálking, herundir Paríssáttmálin ella Veðurlagssáttmálin undir ST, skulu verða brúktar í umhvørvisárinsmetingum.

Í sambandi við útbyggingina av Sundsverkinum er hædd ikki tikin fyri teimum árinum sum nýtsla av jarðrunnnum brennievni hevur á umhvørvið. Hetta er ein so týdningarmikil partur av eini nútíðar umhvørvisárinsmeting, at FNU metir ikki, at sokallaða umhvørvisárinsmetingin, har einki verður skrivað um útlát av vakstrarhúsgassum, kann roknast sum galdandi. Tí kærir FNU umhvørvisárinsmetingina í mun til §16 í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Vinaliga Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Mynd: SEV

Viðheft kæruni eru hesi fylgiskjøl:

bottom of page