top of page

VISTGRØÐI - aftur til náttúruna við matvørum í leysvekt


Tá ið sólskinið sló yvir í ein kaldligari norðanvind í Klaksvík á middegi farna leygardag, sóust um trýsinstjúgu fólk á súkklu, bæði „rynkur“ og „umhvørvistar“, runt í býnum, flytandi, flótandi og flaggandi.

Endastatiónin var Norðoya Kunningarstova, hjartað í lokalu umhvørvisvikuni, har sum VistGrøði, ein nýggjur áhugafelagsskapur við vistfrøðiligum matvørum í leysvekt, bjóðaði fólki innum. Innandurða gingu fleiri børn aftur og fram, sum óivað høvdu verið uppi á loftinum og plantað sær grønmeti í endurnýttum mjólkapakkum og eggjabakkum - eitt av mongu skapandi hugskotunum hjá Gunnhild Dahl Niclasen úr Haraldssundi, sum kommunan hevði valt til at skipa fyri umhvørvisvikuni í ár.

"VistGrøði er eitt áhugafelag, sum uttan vinnulig áhugamál gevur fólki møguleika at keypa emballagu-fríar vistfrøðiligar vørur í leysvekt", sigur VistGrøði-íverksetarin Borghild á Fløghamri. Angandi glaskrukkur og sekkir við alskyns kryddaríum, grýnum, bønum, nøtum, mjøli, sukri, salti, olju, eddiki, hunangi og øðrum turrum haldførum vørum, eru at síggja á borðum og plattum í Kunningarstovuni. Beint sum eg komi inn, hoyri eg Borghild tosa um, at handilin hjá henni og hinum sjey, sum eru limir í felagnum, leita eftir einum høli til at reka handilin í. Alt byrjaði fyri tveimum árum síðani. Í roynd og veru er hetta fyrstu ferð, at handilin VistGrøði hevur opið, hóast at tey høvdu eina forvitnisliga framsýning í innleiðandi umhvørvisviku í Havn í farna apríl mánaða. Eg keypi mær ymiskt, og rindi í reiðum peningi, og so fara Borghild og samverkakvinnan Haldis í gongd við at viga og rokna í høvdinum, som i gamle dage. Ein merkir á prísunum, at hesin flytbari handilin fyrst og fremst er drivin av eldhuganum hjá limunum í felagnum. Við í keypinum fái eg ein lýsingarseðil, har ið á stendur, hvat ið VistGrøði umboðar, og hvussu ið vit kunnu stuðla hesum vistfrøðiliga átaki peningaliga og so sjálvandi teirra facebook-síða. "Vit arbeiða frívilliga, uttan løn, og hava vit ikki fingið annan stuðul enn eitt íverksetanarherðaklapp við byrjanina av verkætlanini fyri tveimum árum síðan, men í løtuni sóknast vit so eftir einum høli“, greiðir Borghild frá. „Ella kunnu tit keypa ein kampingvogn ístaðin!“, letur í einum øðrum VistGrøði-limi.

Uppi yvir borðinum við vørum til høgru fyri diskin síggi eg tríggjar plakatir, har ið tann fyrsta eggjar fólki til at nýta og seyma egnar toyposar ístaðin fyri plastikk, tann seinna upplýsir um, hvussu ið ein kann endurnýta glaskrukkur, meðan hin triðja vísir á tey fimm R-ini, sum VistGrøði byggir á sína hugsjón á : Refuse, Reduce, Reuse, Recycle, Rot (sýt, minka um, brúka aftur, endurnýt, ger til mold). Henda umhvørvis- og heilsuhugsjón snýr seg um at gera okkara lívstíl minni oyðslutan ígjøgnum nakrar smáar einfaldar broytingar í gerandisdegnum, har t.d. verulig íløt vera nýtt ístaðin fyri eingangs og matur verður gagnnýttur til fulnar, áðrenn hann endar sum sankutøð.

Inn til víðari er VistGrøði heldur ókent millum fólk, men einastaðni skal alt byrja.Tá ið klokkan er gott 15 kemur ein vørubilur, og øll hjálpast at við varisliga at bera hesar dygdargóðu vørur inn í bilin. Eg steðgi eftir at geva eina hond… eftirsum at bilurin hjá mær jú er innibyrgdur av dagsins rennikapping og so kann eg fáa hitan aftur í míni shorts-bekløddu bein.

Napoleon Smith

bottom of page