top of page

Kom við og súkkla býin grønan :)

Nógvar súkklur samla støv í kjallarum í Føroyum og leingjast bert eftir at sleppa út á ævintýr. So um tú hevur hug til ein hugnaligan, lættan og døllutan felags súkklutúr, so tak tína stuttligu súkklu við oman á Vaglið fríggjadagin kl. 17; riggar súkklan ikki, kunnu vit hjálpa tær við tí áðrenn fráferð. Endamálið við hesum súkklutiltakið er at lufta so nógvar súkklur út í senn sum møguligt. Vit fara at pynta súkklurnar og lata ringiklokkur og floytur ljóma um allar geilar fyri at gera vart við ta bleytu ferðsluna, men mest av øllum ynskja vit at njóta ein spennandi súkklutúr saman, har ið vit sum bólkur telja sum eitt festligt „kollektivt akfar“. So er bara at seta seg á tín hjólhest, ella tú kanst læna ein frá mær. so súkkla vit býin grønan eina løtu. Tá ið vit eru komin aftur á Vaglið, bjóðar FNU ein góðan umhvørvisvinarligan drekkamunn ;-)

Søgan handan hjólveltingina:

„La vélorution“ er eitt franskt hugtak, sum er eitt orðaspæl ímillum „vélo“ (=súkkla) og „révolution“ (=kollvelting), og er harvið ein altjóða rørsla, sum vil eggja fólki at frígera seg frá bundinskapinum av dálkandi ferðsluvanum í gerandisdegnum. Henda rørsla inniber, at súkklandi fólk spontant skipa tiltak, har ið tey við at súkkla í hópi gera vart við teir bleytu ferðsluhættirnar og leggja upp til sosialar og grønar broytingar av samfelagnum. Í Fraklandi í 70unum mótmældu nøkur eini motorvegabyggiætlan í París við vísa seg sum 10.000 fólk á súkklu. Rørslan hevur síðan spreitt seg í víða í ymsum formum, og er í dag mest kend undir eingilska heitinum „critical mass“. Í øllum størri býum í Evropa møtast so fólk úr øllum aldrum og krókum í samfelagnum mánaðarliga til ein „vélorution“-súkklutúr, har ið samhaldsfesti og gott lag eru í hásæti, eins og grønar hugsjónir sum fólkaræði og sjálvbjargni verða livað út, eitt nú ígjøgnum frívilliga umvæling av súkklum og skeið í hesum sama. Henda „hjólvelting“ (mín fría umseting) hevur fingið sín altjóða dag í París í 2009.

bottom of page