top of page

Umhvørvi og Løgtingsvalið 2015


TÍÐINDASKRIV

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) hevur í sambandi við løgtingsvalið sent øllum valevnunum eitt spurnablað við 10 spurningum. Endamálið við spurnakanningini er fyrst og fremst at geva veljaranum møguleika at vita, hvat tey ymisku valevnini halda, tá ið tað kemur til avgerandi umhvørvismál, og í øðrum lagi at fáa varpað ljós á umhvørvismál í Føroyum.

FNU metir, at tað er av týdningi at spyrja hvørt valevni sær, av tí at umhvørvismál ikki fylgja vanligum flokspolitiskum mørkum, og tí at eingin politiskur flokkur í Føroyum hevur umhvørvismál ovarliga á dagsskrá.

Í tíðum har mælt verður føroyingum frá at eta grind og skjótt eisini pinkubørnum frá at drekka móðurmjólk, og har vit merkja byrjandi avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, metir FNU, at tað er upp á tíðina, at umhvørvismál koma á breddan í føroyskum politikki.

FNU fegnast um at hava móttikið 40 aftursvar upp á spurnakanningina við nógvum áhugaverdum viðmerkingum og grundgevingum. Tó hevur eingin floksformaður tikið lut í spurnakanningini. Hóast luttøkan í spurnakanningini ikki hevur verið nóg stór til, at tað ber til at koma til nakrar størri niðurstøður, so ber til at siga (við fyrivarni) at:

• Semja tykist vera um, at Føroyar skulu hava eina kemikaliulóggávu • Semja tykist vera um, at Føroyar skulu hava tíðarhóskandi náttúrufriðingarlóg • Stórur meiriluti tykist taka undir við, at krøv skulu setast vinnuni um at lækka CO2 útlátið • Stórur meiriluti tykist hava ta fatan, at hvørki fiskivinnan ella landbúnaðurin eru nóg burðardygt skipað í Føroyum

bottom of page