top of page

Góðan mannarættindadag!

Tíðindaskriv

”At minka um okkara kolevnisnýstlu er størsta mannarættinda avbjóðingin í okkara tíð”

Soleiðis skrivar Desmond Tutu, erkibispur í Suðurafrika, í blaðnum The Observer hin 21. Sept 2014. Og hann heldur fram:

”Eins og vit søgdu í 1980, at tey sum høvdu handilssambond við apartheid stýrið, stuðlaðu eini ómoralskari skipan, soleiðis kunnu vit í dag siga, at eingin eigur at hava vinning av jarðarupphitingini, av hækkandi heimshøvunum, og av teirri menniskjaligu líðing, sum stendst av kolvetnisbrenning”

Sí greinina hjá Desmond Tutu her: Desmond Tutu: We fought apartheid. Now climate change is our global enemy

Í dag hin 10. desember er altjóða mannarættindadagur hjá ST. Við orðunum hjá Desmond Tutu fer FNU ­ Føroya Náttúru­ og umhvørvisfelag at heita á føroyingar, føroyskar politikkarar og myndugleikar, og Føroya Landsstýri, um at taka størstu nútíðaravbjóðing fyri at tryggja alheims mannarættindi í álvara.

Góðan altjóða mannarættindadag!

Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag

Mynd: pixabay.com

children-63175_1280.jpg

bottom of page