top of page

Røða hjá Hjálmari Hátún til fólkafundin umhvørvinum at frama, valið 2019

Fólkafundur, 24. August, 2019

Góðu áhoyrarar

Veðurlagsbroytingarnar eru tíanverri veruligar, og tað eru vit menniskju sum er høvuðsatvoldin til hesar – lat ongan iva vera um tað. Í langa tíð hava vísindafólk víst á hendan vanda, men heimssamfelagið lurtaði ikki. Nú er vend komin í, og tilvitskan um mannaskapt árin á veður-lagið er økt næstan eksplosivt. Og økti viljin til at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum, so sum CO2, er alneyðugur.

Vit eiga tó at vera varin við slíkum ‘skalvalopum’ í almennu meiningini. Orðaskiftið um veðurlagsbroytingarnar hevur verið, og er enn, sera polariserað – vit hava klimanoktaran í einum borði og klimaaktivistin í hinum. Tað er ikki sunt at ivi javnan verður sáddur um tann con-sensus sum veðurlagsbólkurin hjá ST er komin fram til. Tað er heldur ikki sunt at hoyra ov nógvar dómadagsprofetiir um veður-lagið. Noktarin gevur kenslu av at tað ikki er neyðugt at gera nakað, meðan aktivisturin kann geva kenslu av at tað longu er ov seint at gera nakað. Bæði viðføra at einki verður gjørt, og tað vildi verið ein katastrofa.

Heimssamfelagnum tørvar eina balanseraða miðlan av veðurlagsfakta, fyri at fremja burðardygga menning sum best. Men latið okkum vera heilt erlig. Framsøgnirnar hjá veðurlagsbólkinum um hvussu veðrið fer at skikka sær um hálvthundrað ár – og longur fram í tíð - eru sjálvandi tengdar at óvissum, og hesar óvissur geva pláss fyri tamban, ella spuna, av fakta, til egnan fyrimun. Vísindafólk, vinnulívsfólk og politikarar síggja at tað nú ‘loysir seg’ at kryddra við orðinum ‘veðurlagsbroytingar’ í umsóknum, lýsingum og valskráum. Meðan tað er alneyðugt at fáa klima á dagsskrá, og at skerja útlátið, so má orðið ‘veðurlagsbroytingar’ heldur ikki blíva ov nógv til eitt sølu-orð. Slíkt riggar bert í eina tíð, og tá hetta orð so blívur ‘ósexutt’ aftur, so hevur tað mist av tí álvarsemi sum liggur - og skal liggja - í hesum. Tað má ikki henda! Orðið ‘veðurlagsbroyting’ má heldur ikki blíva ov ‘politisk korrekt’, so at kritikarin fær munnkurv. Tann ortodoksi kritikarin hjálpir ikki nógv, men tann hóvligi og rationelli kritikarin kann hjálpa til at balan-sera veðurlagsorðaskiftið. Veðurlagsbólkurin er komið sera langt, men enn er nógv eftir at læra. Klára vit at minka um óvissurnar, so minka vit samstundis um rúmið fyri bæði irrationellum kritikki og sjálvsøknum spuna.

So hvat fáa vit føroyingar gjørt? Viljin er til staðar, eingin ivi um tað. Hetta sæst til dømis í spurninginum um plast-dálking, har nógv vilja handla tá tey síggja eitt konkret úrslit – beinanvegin. Slíkt gevur okkum menniskum eina nøktandi kensla – at handla og síggja mun. Annaleiðis er við veðurlagsspurninginum, har lokalt útlát av einum ósjónligum gassi blandar seg í alheims atmosferuni uppá fáar vikur og veruliga ávirkanin sæsts – um 50, kanska 100 ár. At handla uppá hendan spurning gevur ikki somu nøktandi kenslu av beinleiðis úrsliti – men hetta er okkara moralska skylda, og minnist til at hetta eisini fer at loysa seg búskaparliga – í longdini.

Okkum nýtist tó ikki bert at síggja avmarkingarnar, men eisini møguleikarnar. Eitt sera spennandi er, at vit, við okkara lyklaplassering í Norðuratlantshavinum, eisini kunnu geva eitt munagott, ítøkiligt íkast til veðurlagsproblematikkin – hetta við at økja um klima-vitan. Eg eri havfrøðingur, og tí eg eri biðin um at standa her í dag. Okkara oyggjar liggja har heitur Atlantssjógvur í ovaru løgum streymar norður móti Arktis og ísakaldur sjógvur fossar suðureftni móti ekvator – heilt niðri við botn. Onga aðrastaðni savnast høvuðs-æðrarar frá hesum Havsin Kalda Hjarta so tætt sum í sjónum kring Føroyar. Tí liggur serliga væl fyri hjá okkum at taka pulsin á hesum stóra hjarta – sum er ein krumtappur í klimaskipanini. Okkara havpioneerur, Bogi Hansen, loftaði hesum møguleika – og ábyrgd. Hann byrjaði at gera streymmátingar tíðliga í 1990unum, hesar hava verið gjørdar samanhangandi síðani – eisini beint nú – 20inda hvønn minutt. Altso hava vit helst fingið eina máting afturat meðan eg havi staðið við mikrofonina. Onnur á Havstovuni hava tikið lut í hesum arbeiði, og sjálvur havi eg verið uppi í leikinum í skjótt 20 ár. Eftir standa máti-seriur sum hava fundamentalan týdning fyri hav- og veðurlagsgranskingina í Norðuratlantshavi.

Tað eru heldur ikki nógv lond sum liggja mitt á ferðaleiðini hjá so ovurhonds stórum biomassum, ið ferðast frá ‘føðistovu til matsal’ – t.d. makrelur, svartkjaftur, sild, fleiri sløg av sjófugli, grind osv. Vit hava tískil eisini serstakan møguleika – og ábyrgd – at fylgja við hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka, ella fara at ávirka, nøgd og útbreiðslu av hesum stóra náttúru-tilfeingi. Harafturat fer stórsti atmosferiski flutningurin av hita og vætu móti Arktisk fram júst yvir okkara oyggjum – kanska tíanverri, vildi onkur sagt J. Enn gera vit í Føroyum ov lítið við meteorologiska gransking, men her eru eisini potentialir – og ábyrgd.

Hvat vísa mátingarnar so, og hvat meina vit í grundini við orðinum ‘veðurlagsbroytingar’? Vit vita millum annað at tað gerst heitari á jørðini, høvini gerðast súrari, at vatnstøðan hækkar. Og rætt er, sum klimaskeptikarin ofta førir fram, at hitin hevur altíð sveiggja, sum partur av natúrligum broytingum. Trupuleikin er bara at hesar natúrligu broytingar nú sveiggja um eitt hækkandi grundstøði, so at heitu periodurnar blíva meira og meira ekstremar. Tað er av alstórum týdningi at vit duga at skyna á hvat kemst av natúrligum broytingum – á enskum nevnt Climate fluctuations -, og hvat er mannaskapt – á enskum Climate change -; og hetta er ikki altíð so lætt. Í grundini er eisini tørvur á at finna røttu orðini á føroyskum sum skilmarka hesi heilt ymisku hugtøk.

Í mínum arbeiði havi eg mest savna meg um tær natúrligu broytingar sum eyðkenna okkara leiðir. Og sum flestum kunnugt, er tað Bogi sum brennir fyri spurninginum um veðurlagsbroytingar. Tó so, eru natúrligu sveiggini eisini broyting í veðurlagnum, og harvið eitt slag av veðurlagsbroyting. Enn eru natúrligu útsveiggini væl størri enn tað mannaskapta, og hesi sveiggini hava eisini alstóran týdning fyri veður, vind og vistskipanir á opnum havi eins væl og á Føroya Land-grunni. Vit vita t.d. at árini fyrst í 20indu øld vóru køld, tað ornaði nógv umleið 1925-1935, var heitt til síðst í 60unum, kólnaði so aftur til fyrst í 1990unum, tá tað aftur bleiv væl heitari. Hetta er alt partur av ein vælkendum seigum sveiggi, sum eyðkennir Norðuratlantshavið – og hvørs broytingar beinleiðis ávirka uppsjóvavistskipanir. Okkara veðurlag er eisini merkt av afturvendandi hørðum vetrum sum koma við millumbilum uppá 5 til 8 ár. Vælkend dømi eru tíðin kring Jólaódnina í 1988 og so veðurhørðu vetrarnir millum 2013 og 2017. Ímillum hesar periodur eru vetrarnir meira spakir. Tað er vælkent at hesir títtaru ‘pulsar’ eisini ávirka Norðuratlantshavið. Eitt sum eg haldi meg síggja er, at veðurharðir vetrar hava lívgevandi ávirkan á vistskipanina á Landgrunninum. Eitt nú økist mongdin av tøðevnum, gróðurin gerst betri, meira er av djóraæti og nebbasild og tilgongdin til toskastovnin og hýsustovn økist. Vit hoyra javnan spurningar so sum: hví flutti makrelur seg so langt vestur eftir 2006?, hví hevur so stór niðurgongd verið hjá fleiri sløgum av sjófugli seinastu árini?, og hví er toskur knappliga aftur á Landgrunninum – og tað í stórum nøgdum? Fyri at vera eitt sindur nasadjarvur, so haldi eg meg hava góð boð uppá slíkar spurningar. Og um eg havi rætt, so burdi møguleiki verið fyri enn betri umsiting av pørtum av okkara hav-tilfeingi.

Tað er ógvuliga spennandi og motiverandi at sita í Føroyum og granska hesi møguliga sambond. Millum annað av tí at vit fáa eina nýggja ‘realisering’ av skipanini á hvørjum sumri, har til ber at síggja hvar ein helst hevur tikið feil og, hinvegin, hvar ein møguliga er á rættari leið. Hesir spurningar fylla eisini nógv í okkara lítla samfelag og lítla frástøðan millum okkum føringar, og millum fólk og náttúru, gevur eisini nógvar ábendingar um vistfrøðiligu støðuna á hvørjum ári, t.d. koma slíkar frá fiskimonnum, bjargamonnum, Kringvarpi osv. Hesi viðurskifti hava eisini gjørt tað meira spennandi at búgva á Velbastað, tí eftir ein harðan vetur kann eg hugsa: “Hatta var ein lorta vetur, men man hann hava styrkt vistskipanina?”. So einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt.

Nevndu sveiggj hava samband við so-nevnda subpolara meldurin, sum er ein stórur bjølgur av køldum og lutfalsliga feskum sjógvi, sum meldur móti klokkuni sunnanfyri Grønland og Ísland. Meldurin er eisini ríkur í tøðevnum og djóraæti. Nógv av míni gransking hongur onkursvegna saman við hesum meldri, hvørs broytingar ikki bert ávirka vistskipanir við Føroyar, men eisini fram við Suðurgrønlandi, Suðurlandinum í Íslandi og Euro-peiska Land-grunninum.

Flytandi fokus yvir aftur á framtíðar-útlitini av veðurlagsbroytingum, so er stórsta óvissan í teldu-modellunum hjá veðurlags-bólkinum at finna júst yvir subpolara meldrinum. Og fyri at reypa eitt sindur, so var ein grein hjá mær um hendan meldurin millum tær mest tilvístu í havfrøðispartinum á veðurlags-rapportini frá 2007. Við at betra um okkara vitan um havfrøðina í hesum øki kunnu vit minka um óvissuna í forsøgnunum, og tískil gera okkum betri før fyri at skyna millum natúrligu sveiggjini og tað mannaskapta. Við hesi vitan ber betri til at møta klimaskeptikaranum - sum sigur at alt bert er natúrligt – og vísa á hvar talan veruliga er um veðurlagsbroytingar. Samstundis kunnu vit minka um møguleikan hjá vísindafólki, vinnu, miðlum og politikarum at selja OV nógv uppá orðið ‘veðurlagsbroyting’ – serstakliga í teimum førum at talan er um natúrlig sveiggj.

Í vár var eg á fundi hjá havfrøðisbólkinum hjá UNESCO – ið eru tey sum hava innført tey nógv umrøddu 17 Heims-málini. Greitt er at áherðsla verður í løtuni løgd á at økja um tilvitskuna um havið hjá øllum borgarum – politikara, veljara og barni. Tað er vælkent at vit nørdar ikki eru sølufólk, men trívast best við at goyma okkum á kontóri og fordjúpa okkum í data. Havfrøðisbólkurin ynskir at fleiri fakbólkar, so sum miðlafólk, listafólk, filmsfólk osv, skulu strekkja hondina út frá hini síðuni og hjálpa granskaranum at miðla granskingina, og uppá henda hátt økja um hav-tilvitskuna um allan heim. Vónin er at hetta millum annað kann hjálpa við at balansera orðaskiftið um veðurlagsbroytingar.

Fundurin hjá UNESCO varð hildin í Keypmannahavn, og har var eyðsæð hvønn part av ríkisfelagsskapinum altjóða granskaraumhvørvið vísiti stórsta áhuga – og nei, tað var ikki Limfjørðurin. Danir vita at teirra havgransking stendur væl sterkari, um tann føroyska havgranskingin verður tikin við. Mítt viðmæli er tískil at vit føringar skulu sjálvandi stremba eftir at liva upp til ásetingarnar í Parísavtaluni, OG við okkara einastandandi geografisku plassering kunnu vit eisini viðvirka til at orða komandi tilmæli frá veðurlagsbólkinum, og uppá tann máta geva okkara íkast til veðurlagsspurningin. Skjótt stevnir eitt spildurnýtt, glæsiligt granskingarskip inn á Føroya landgrunn. Latið okkum ganga fram, øks við øksl, og menna Føroyar til ein vitanardepul í heimsklassa, har vit lofta okkara stóru møguleikum – harvið lyfta ta stóru ábyrgd sum fylgir við. Gera vit ikki tað, ja so koma onnur at gera tað fyri okkum... Takk fyri :)

bottom of page