top of page

Alivinnan syndrar føroysku náttúruna

Í síðstu viku kom svar upp á umsókn hjá FNU um at friða sjóøkið og landøkið á Víkum. Í svarinum gerst greitt, at sjóøki er umfatað av náttúrufriðingarlógini, men at umsóknin um friðing er so umfatandi, at Yvirfriðingarnevndin ikki ynskir at taka støðu til friðingina. Víst verður ístaðin til eina lóg - margfeldislógina - sum einaferð í framtíðini møguliga fer at koma í gildi í Føroyum.

Grundgevingin um, at náttúruvernd er eitt ov víðfevnt øki hjá myndugleikanum at umsita, má metast at vera at loypa undan ábyrgd. At lata laksaaling koma í eina einastandandi vakra og væl goymda náttúruperlu vísir eina órógvandi líkasælu fyri náttúruni. Sum evsti friðingarmyndugleiki hevur Yvirfriðingarnevndin eftir galdandi náttúrufriðingarlóg heimild til at fara undir eina friðingartilgongd av einum tí størsta og mest fjarskotna náttúruøki í Føroyum.

Stríðið fyri Víkum byrjaði fyri tveimum árum síðan, tá fólk gjørdust varug við, at P/F Luna ætlaði at ala laks út fyri Víkum. Ì miðlunum heitti Sigurd Nordendal og onnur inniliga á myndugleikar og politikarar um at friða serstaka landslagið og náttúruna kring gomlu avtoftaðu niðursetubygdina. Eini 300 fólk gingu friðingargongu Norð á Munna, har útsýni er á Víkar, og 1412 fólk skrivaðu undir friðingaráheitan, sum varð handað Yvirfriðingarnevndini.

Eingin umhvørvisárinsmeting er gjørd av djóralívinum ella náttúruvirðinum í økinum á Víkum. Tað er sjáldsamt ikki at gera eina umhvørvisárinsmeting, tá farið verður undir aling, og undranarvert at hetta ikki er krav í Føroyum. Sambært Luna er ætlanin at tveir risaaliringar, sum hvør eru 200 metrar í ummáli og rúma 600-700 tonsum av alifiski, skulu leggjast út á Víkum. Talan er um eitt stórt inntriv í eitt náttúruøki, sum í øldir hevur verið í friði. Hóast FNU kærdi bæði loyvið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og góðkenningina frá Umhvørvisstovuni, vórðu báðar kærurnar vístar aftur. Eftir stendur, at hvørgin stovnur metir seg hava ábyrgd av at taka náttúrna við í viðgerðini av nýggjum aliøkjum.

At fara undir ídnaðarligt virksemi uttan fyrilit fyri náttúruni, er helst ein ynskistøða hjá flestu dálkandi fyritøkum. Men at aliloyvi verða givin uttan mannagongdir, sum tryggja náttúruvernd, er óvirðiligt fyri føroyska samfelagið, og stríðir ímóti lóggávu, sum skal verja náttúru og umhvørvi. Alivinnan hevur lagt seg á firðir og sund í øllum Føroyum, og aliloyvið á Víkum vísir, at alingin nú breiðir seg út í meiri fjarskotin náttúruøki. Uttan nakað mótspæl verður viðbrekin náttúra avlagað til frama fyri stuttskygdum vinnuligum seráhugamálum. Spurningurin er so, hvussu leingi landsins myndugleikar kunnu blunda og renna undan ábyrgd.

Eingin alilaksur eigur at verða settur út á Víkum áðrenn margfeldislógin er samtykt og ein komandi náttúrufyrisiting hevur viðgjørt umsóknina um friðing. Væntandi fer margfeldislógin at geva heimild til at skipa ymisk sløg av verndarøkjum. Hesi sløg eru býtt upp í fimm flokkar: tjóðargarð, landslagsverndarøki, náttúrufriðøki, lívøkisverndarøki og verndarøki í ella á sjónum. Men sambært viðmerkingunum til margfeldislógina fer ein planlóg helst eisini at gerast neyðug áðrenn farast kann undir eina verndarætlan.

Tað kann gerast drúgt at bíða eftir nýggjum lógum og fyrisitingum. Tí skulu galdandi lógir brúkast til at tryggja náttúruna, og her hava okkara myndugleikar svikið so dyggiliga. Aliloyvið á Víkum er útflýggjað uttan at hædd er tikin fyri náttúruni, og eigur at verða ógildað og viðgjørt av nýggjum. Jú longur vit lata lógloysi valda í Føroyum, tess størri gerst skaðin á føroysku náttúruna.

Mynd frá gongutúrinum fyri friðing á Víkum tann 8. juli 2018. Mynd: FNU

bottom of page