top of page

Ov fáar treytir verða settar til aling

Firðir og sjóøki kring land hýsa ógvuliga fjølbroyttari náttúru, og almennu Føroyar hava eina skyldu til at røkja náttúruna, at tryggja at virksemi er burðardygt, og at fólk sleppa at hava upplivingar í náttúruni. Umhvørvisdálkingin frá laksaaling á føroyskum firðum má tí steðga. Undir fleiri aliringum er alt lív deytt, og tað er óvist, hvussu stóru nøgdirnar av skarni ávirka havvistskipanina kring Føroyar. Stórur mangul er á lóg, sum fyribyrgir ovurtaðing og aðrari dálking - so sum plastdálking og dálking við kemiskum evnum – og mál eiga at verða sett fyri eitt reint havumhvørvi. Tá talan er um aling, eru karmarnir sum skulu tryggja luttøku og nærdemokrati av onkrari orsøk fráverandi, og tí er verandi leistur at útflýggja aliloyvi ikki nøktandi. Einki krav er um umhvørvisárinsmetingar, sum annars eiga at verða brúktar í sambandi við allan dálkandi ídnað, og sum skulu fáa fram viðkomandi vitan um umhvørvis- og náttúruviðurskifti, áðrenn avgerðir verða tiknar. Heldur ikki kommunur eru ílatnar til at meta um avleiðingarnar av aling, og selja seg tí bíliga. Lítla vitanin og almenna kunningin um árin frá aling á náttúruna ger, at avgerðir verða tiknar á skeivum grundarlag. Harafturat er eingin lógarásettur møguleiki hjá náttúruverndarfelagsskapum og almenninginum at kæra aliloyvi, sum eru útflýggjað á ov smølum grundarlag, og harvið fáa rættartrygd. Altjóða sáttmálar um náttúruvernd eru undirskrivaðir og samtyktir í løgtinginum, og tí má politiski myndugleikin standa til svars fyri, ikki at hava sett í verk tiltøk, sum avmarka laksaaling og uppraðfesta umhvørvi og náttúru. Tøðevnini frá laksaaling eiga at verða verandi í eini stongdari framleiðsluskipan. Besta boð um eina slíka skipan er landaling, sum tryggjar, at árin á náttúru og umhvørvi verða hildin á einum so lágum støði sum gjørligt. Aling á landi minkar dálking av tøðevnum og ger tað gjørligt at nýta tøðevni í eitt nú biogassverki. Harumframt eru aðrir fyrimunir, so sum minni váði fyri, at alilaksur sleppur út og blandast við villan fisk. Henda loysn fer sjálvandi at kosta alarum, men full ábyrgd skal takast av umhvørvisárinunum frá laksalingini. Alingin er ríkiliga stór og má nú tillagast málum fyri einum reinum umhvørvi og fjølbroyttari náttúru.

Mynd: Bakkafrost

bottom of page