top of page

Havnarútbyggingin avleiðingar fyri útilív

Á borgarafundinum mikukvøldið, um nógv umrøddu havnarútbyggingina, heittu hjástødd á býráðið um at hugsa seg betur um, áðrenn ætlanin bleiv framd. FNU legði áherðslu á umhvørvið og tær avleiðingar, sum útbyggingin fer at fáa fyri útilív í kommununi.

Hesar viðmerkingar hevði Theresa Jákupsdóttir:

“Nú umboði eg Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Vit halda ikki, at henda havnarútbyggingin skal gerast. Økt ferðsla, vatndálking og luftdálking er ikki nakað, sum er ynskiligt í Havn. Harafturímóti átti Tórshavnar Býráð at tryggja borgarum í kommununi møguleikar at ferðast trygt til gongu og á súkklu, - tað verður eingin livandi kjansur hjá børnum at spæla Yviri við Strond. Kanska umstøðurnar kundu betrast, so at tað enntá bleiv møguligt at fara á seiðaberg aftur. Hvussu er og ikki, er tørvur á at endurskoða, hvussu vit definera búskaparligan vøkstur. Skal alt leggjast undir asfalt og betong, ella eiga vit at leggja størri áherðslu á eitt reint umhvørvi?”

Niðanfyri eru leinkjur til aðrar greinir, har FNU umrøður havnarútbyggingina.

Mynd: torshavn.fo

bottom of page