Vilt við vilja
Hvat er Vilt við vilja?
Vilt við vilja er ein rørsla fyri øll, sum vilja gera ein ítøkiligan og lokalan mun í royndini at gera náttúruna villari, ríkari og fjølbroyttari. Vilt við vilja snýr seg um at skapa broytingar gjøgnum vitanardeiling og gerðir. Endamálið er at fáa vilt og náttúru har, sum fólk búgva, arbeiða og spæla.
Vilt við vilja skapar heimvist fyri plantur, soppar og djór, sum økja okkara felags kunnleika um náttúruna.
Vit vilja geva hvørjum øðrum og okkara medmenniskjum íblástur til, hvussu vit kunnu styrkja lívmargfeldi allastaðni, uttan mun til landslag. Vit spyrja hvønn annan, “hvussu vilt kann tað blíva?” frá urtagarði til haga.
Felagsskapur á Facebook
Í bólkinum deila vit vitan, hugskot, og vit seta spurningar um, hvussu man ber seg at, við at lata náttúruna blíva villari og vera heimvist fyri plantum, soppum og verum heldur enn at vera snøggir, veltir urtagarðar, parkir, bøir og viðarlundir.
Hetta kann bæði vera praktisk hugskot til at byrja tína vilt við vilja ferð, sláa gras, djórahald, ella endurbøting av vátlendum, hyljum og tjarnum ella at planta uppruna plantur.
Tað kunnu eisini vera samskiftis- og fyriskipanarlig hugskot, sum fáa gestir, grannar og aðrir borgarar við uppá rákið.
Bólkurin er bæði fyri fólk við nógvari vitan um lívmargfeldi og fyri fólk, sum akkurát eru byrjað at taka tey fyrstu smáau feitini á einari villari leið. Tað snýr seg um at deila vitan og royndir, og tað snýr seg um at gerast klókari saman.
𝐕𝐢𝐥𝐥𝐚𝐫𝐢 𝐥í𝐯
Við at taka lut í Vilt við vilja hjálpir tú arbeiðnum at betra um lívmargfeldi við at gera náttúruna ríkari og villari í lokaløkjum.
𝐋æ𝐭𝐭𝐚𝐫𝐢 𝐥í𝐯
Vilt við vilja øki hava minni tørv á røkt, so tú kanst brúka meira tíð uppá at njóta lívið og spara pengar uppá rakstur.
𝐕𝐚𝐤𝐫𝐚𝐫𝐢 𝐥í𝐯
Vill náttúra er vøkur náttúra, og við at taka lut í Vilt við vilja ert tú við til at økja um fjølbroytni.
𝐒𝐮𝐧𝐧𝐚𝐫𝐢 𝐥í𝐯
Bæði útsýnið til grønari umhvørvi og at ferðast í teimum hevur prógvaðar fyrimunir fyri heilsu og trivnað hjá fólki, tí tað minkar um stress og økir um vælveruna.