top of page
image.png

Verjið lívmargfeldið – týnið garðaskøruna!

Vit kenna hana øll – skøran, sum ger okkum øran. 
 

Í minsta lagi 6 sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni - framvið vegum, áarbakkum, í bønum - ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru vakrar upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at øll hini plantusløgini mugu víkja undan henni.


Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Av tí sama eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki.

Saman ímóti garðaskøruni

image.png

Garðaskøran hevur fingið gott rótfesti um allar Føroyar, og vit síggja, at vernd av lívmargfeldinum ikki verður raðfest av øllum kommunum kring landið.


FNU eggjar øllum at fara út í náttúruna at týna garðaskøruna. Hevur tú sæð garðaskøruna breiða seg uttan fyri hjá tær ella í nærumhvørvinum? Samlið grannar, familju ella vinir og farið í hernað móti garðaskøruni!

Vegleiðing

image.png

Um tú ivast, hvussu tú skalt gera, so hava vit gjørt eina vegleiðing, hvussu tú týnir og burturbeinir skøru her:

Um garðaskøru og hvussu tú fært hana burtur

image.png

KUNNING UM SKØRU

Tjóðsavnið hevur skrivað eina grein, sum greiðir frá um garðaskøruna og innræsin plantusløg.

Les meira HER.

bottom of page