Vit hava ikki tíð til grønvaskaðar symbolpolitikkarar! Vit mugu hava eina veðurlagslóg NÚ!

Undanfarnir føroyingar hava stríðst og strevast fyri at lyfta okkum til eitt ríkt og framkomið ídnaðarsamfelag við stórari vælferð og einum modernaðum lívstíli. Og tað skulu tey hava takk afturfyri. Men menningin av ídnaðinum hevur ført við sær stórar avleiðingar á okkara veðurlag og umhvørvið.


Lat meg so seta nakrar spurningar. Hava vit veruliga fingið ferð á grøna skiftið? Kunnu vit við góðari samvitsku nýta almennan flutning? Kunnu vit við góðari samvitsku lættliga skilja okkara rusk? Kunnu vit við góðari samvitsku líta á, at politikararnir gera teirra allarbesta fyri at minka um útlátið!? Er tað veruliga soleiðis at okkara politiska skipan tekur ábyrgd og leiðir okkara land á eina grøna kós? Nei, soleiðis er tað ikki!


Helst vit øll høvdu kunnað hugsað okkum at tað var so, men sannleikin er, at vit hava eina politiska skipan, sum bara lovar og lovar, og sum ferð eftir ferð svíkir okkum og tey næstu ættarliðini. Vit hava eina politiska skipan sum roynir at umganga avbjóðingina, ístaðin fyri ítøkiligar loysnir, sum gjarna kunnu kosta her og nú! At leggja ætlanir um at vit einaferð skulu gera okkurt við avbjóðingina er simpulthen alt for vánaligt og óseriøst. Tað er eisini fullkomilga tíðarspilla, einans at nýta ein lítlan brotpart av okkara skattapeningi í allar møguligar langtíðargranskingar, sum skulu sigast at bjarga okkum, uttan at vit noyðast at minka um co2 útlátið. Tey beinleiðis trekkja lut um okkara framtíð!?


Tað er einfalt! Jørðin hjá okkum gerst heitari og heitari og Føroyar dettur longur og longur afturum tað grøna skiftið, og nú eru Føroyar lutfalsliga tað næst mest dálkandi landi í heiminum, eftir Qatar! (Sambart Umhvørvisstovuni). Vilja vit veruliga síggjast uppá hendan mátan!? Vilja vit veruliga liva í einum landi, sum beinleiðis stuðlar einari veðurlagskreppu? Og sum stuðlar eina vánaliga framtíð fyri okkum og okkara eftirkomarar? Nei, tað vilja vit ikki!


Vit krevja at politiska skipanin tekur ábyrgd og miðvíst arbeiðir fyri at basa veðurlagskreppuni! Hetta kunnu tey gera við at seta eina bindandi veðurlagslóg í verk. Ein bindandi veðurlagslóg er ein lóg, sum sigur at allar samgongur miðvíst skulu arbeiða fyri at basa veðurlagskreppuni. Tað hevur verið uppi at venda í løgtinignum um tey skulu gera eina slíka lóg, men tað var ikki undirtøka fyri tí, also tað var ein meiriluti sum var ímóti at Føroyar skal arbeiða fyri umhvørvinum!? Hetta er veruleikin vit liva í, og hetta skulu vit simpulthen ikki finna okkum í.


Eitt stórt kjakevni er, at vit øll sum einstøk hava skyldu í veðurlagskreppuni, so vit mugu øll gera okkara part fyri at koma úr henni. Keypa alternativ til plast, skifta til jarðhita, keypa grønan mat og fáa okkum ein el-bil o.s.fr. Og um tú ikki hevur tíð ella ráð til at liva á henda hátt, so skalt tú føla teg illa. Hendan persónliga ábyrgdin fyllir alt ov nógv. Tey, ið hava fingið okkum at hugsa soleiðis eru tey ið stýra tí materialistisku síðuni av samfelagnum. Tey meina at keyparin hevur valdið og at vit skulu gevast við at nýta plast súgvirr og papp tallerkar, heilt erligt? Hetta gera tey, tí tað er lættari at koyra ábyrgdina á okkum, heldur enn at hugsa í samfelagsskipandi loysnum, ið gjarna mugu kosta her og nú.


IPCC hevur ásett at vit mugu lækka útlátið til 1.5 hitastig og vera veðurlagsneutral í 2050 fyri at fyribyrgja tær ringastu veðurlagsbroytingarnar. Hetta bleiv viðgjørt til Parísavtaluna, ið Føroyar hevur skrivað undir á og á COP26, ið Føroyar eisini luttóku á, men kortini eru vit ávegis til eina miðal upphiting á 2.7 hitastig og framvegis gera Føroyar einki. Tað nyttar ikki at vinnulívið og politiska skipanin koyra ábyrgdina á okkum, tí uttan samfelagsskipandi broyting, so lækkar útlátið ikki.


Vit hava eina ídnaðarskipan við dálkandi orku og framleiðslu, við manglandi burturbeining og endurnýtslu, og við skerdum møguleikum hjá tí einstaka at liva umhvørvisvinarligt. Stutt sagt, ein ábyrgdarleys ídnaðarskipan, ið dálkar jørðina, og tað má broytast. Vit mugu inn í kjarnuna í avbjóðingini, og ikki lata okkum órógva av lítið sigandi ‘loysnum’, ið leggur ábyrgdina á okkum. Vit mugu stutt sagt, framleiða grøna orku, framleiða grønar vørur og vit mugu skilja okkara rusk! Hetta er ikki so trupult at skilja og hetta letur seg bert gera við einari veðurlagslóg.


Vit sum einstøk kunnu ikki stegða veðurlagskreppuni, men vit í felag umvegis tí politisku skipanina kunnu gera Føroyar veðurlagsneutralar. Vit sum borgarar taka bert ábyrgd við at sparka grønvaskaðar líkagyldigar symbolpolitkkarar út úr løgtinginum og kommunum, og ístaðin velja tey inn, ið veruliga hava skil og dirvi og sum brenna fyri at stegða dálkingini í Føroyum.


Vit eiga at vera líka sum fyrrverandi Føroyingar, ið stríddust fyri okkum. Vit mugu arbeiða víðari við samfelagnum og tryggja okkum, at næstu ættarliðini ikki koma at líða undir uppruddingini. Vit mugu broyta grundarlagið í okkara ídnaðarsamfelag og gera tað umhvørvisvinarligt. Hetta tekur ikki 100 ár, hetta krevur bert politiskt dirvi! Vit skulu hava eina veðurlagslóg! Og tað skal vera NÚ!



Tað nýggjasta