top of page

Veljarin sigur sína hugsan um umhvørvis - og náttúruvernd


MEININGAKANNING: Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, FNU, og Veðurlagslóg NÚ hava latið gjørt eina meiningakanning um, hvat fólk halda um veðurlagsbroytingarnar, og hvussu undirtøkan er fyri tiltøkum at verja náttúruna og umhvørvið.


Kanningin er gjørd í sambandi við løgtingsvalið, sum verður 8. desember. Tað er Spyr.fo, sum hevur gjørt kanningina fyri FNU og Veðurlagslóg NÚ.


500 fólk vórðu spurd. Tey vórðu biðin um at taka støðu til nakrar spurningar ella uppáhald um umhvørvið og náttúruna, sum FNU og Veðurlagslóg NÚ høvdu orðað. Kanningin varð gjørd 21. november.


Til hvønn av spurningunum høvdu fólk tríggjar svarmøguleikar: ”Samd/samdur”, ”ósamd/ur” ella ”veit ikki”.


Kanningin hevur eina óvissu, sum kann verða nøkur prosentstig hendanvegin og hinvegin. Óvissan gongur fram av einstøku svarunum undir stabbamyndunum.


Lesið úrslitið av meiningakanningini hjá FNU og Veðurlagslóg NÚ niðanfyri.


Ein greiður meiriluti av teimum spurdu halda, at Føroyar eiga at lækka CO2-útlátið munandi. Trý av fýra taka undir við, at Føroyar skulu lækka CO2 útlátið munandi tey komandi árini, meðan bert knapt 10. hvør vóru ósamd í hesum.

Hetta er eitt rættuliga greitt tekin um, at føroyingar ynskja at minka um útlátið, og at politikarar og flokkar mugu geva sítt boð um, hvussu vit kunnu lækka útlátið munandi tey komandi árini. Hetta so, at veljarin veit, hvat hann hevur at velja ímullum.


Stívliga annarhvør av teimum spurdu svarað, at tey hugsa um umhvørvið, tá tey fara á løgtingsval 8. desember, meðan minni enn triðihvør ikki tekur undir við staðfestingini ”Eg hugsi um umhvørvi, tá eg fari á val.”

Eitt greitt signal til politikararnar um at taka umhvørvismál í størsta álvara. Tí hetta er nakað, sum veljarin hugsar um, tá ið hann um nakrar dagar fer inn í valklivan at seta sín kross við eitt valevni ella ein flokk.


Ein greiður meirluti av teimum spurdu, 2 av 3, svara, at tey eru samd í, at strangari umhvørviskrøv skulu setast til alivinnuna.

Eitt rættuliga greitt signal um, at fólk halda, at vit sum samfelag mugu ansa betur eftir vágum, firðum, sundum og farleiðunum annars, har alivinnan virkar. Og at ein stórur meiriluti heldur, at politiska skipanin eigur at seta vinnuni strangari umhvørviskrøv.



Í dag er tað ein sannroynd, at fleiri lond longu eru rakt av vatnflóð, turki, skógareldi og øðrum náttúruuvanlukkum, sum úrslit av veðurlagsbroytingunum. Á altjóða veðurlagsstevnuni, COP27, herfyri, var tann brennandi spurningurin, í hvønn mun tey ríku londini hava ábyrgd av at hjálpa londunum, sum beinleiðis merkja sviðan av veðurlagsbroytingunum.

Í kanningini vóru fólk biðin um, at taka støðu til, hvørt tey eru samd í, at Føroyar eiga at veita fíggjarligan stuðul til tey lond, sum eru hart rakt av veðurlagsbroytingunum.

Her eru meiningarnar millum føroyingar ymiskar.

Størsti bólkurin, 37 % heldur, at Føroyar skulu veita londunum fíggjarligan stuðul, men ein næstan líka stóru bólkur er ósamdur í hesum. Meiri enn 4. hvør av teimum spurdu sigur seg ikki vita.



Ein greiður meirluti av teimum spurdu vilja hava meira at vita um, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka føroysku náttúruna. Nærum 9 av 10 , 88,2 %, halda, at vit sum samfelag eiga at útvega meira vitan um hesi viðurskiftini.

Hetta vísir, at samstundis sum føroyingar taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, so er ein stórur partur av fólkinum tilvitaður um, at vit mugu gera nakað fyri at kanna, hvussu hetta ávirkar føroysku náttúruna.



Ein greiður meirluti av teimum spurdu, 57%, halda, at Føroyar eiga at gera eina veðurlagslóg, sum tekur støði í París-sáttmálanum og sum ásetur bindandi skerjingar av útlátinum av veðurlagsgassum.

Hetta er eitt av teimum merkisverdu útslitunum í kanningini, sum FNU og Veðurlagslóg NÚ fegnast um. Og hetta er annað og meira enn tað, politiska skipanin í Føroyum higartil hevur vilja bundið seg til.

Høvuðsmálið við París-sáttmálanum er at halda heimsupphitingina væl undir 2 hitastigum, helst undir 1,5 hitastig. Í Føroyum hava vit sagt okkum taka undir við París-sáttmálanum. Men hava ikki vilja bundið okkum til hetta við lóg, sum annars veruliga hevði pliktað okkum til at røkka málinum.



Kanningin avdúkar, at nógvir føroyingar taka umhvørvisárinini, skapt av av mannaávum, í so stórum álvara, at teir halda, at neyðugt er at hugsa av nýggjum við at umskipa okkara samfelagsbúskap.

Ein av staðfestingunum, fólk vóru biðin um at taka støðu til, ljóðaði: Búskaparvøkstur leggur trýst á náttúruna og umhvørvið, og tí mugu vit umskipa samfelagsbúskapin, soleiðis at hann ikki er tengdur at vøkstri. Útvið helvin av teimum spurdu vóru samd í hesum.

At umleið annar hvør í kanningin svarar soleiðis, er ein greið ábending um, at nógv fólk halda, at vit mugu gevast við endaleysu kapprenningini eftir samfelagsvøkstri. Eini kapprenning, har umhvørvið og náttúran - og harvið eisini menniskjuni - verða offur og taparar.


Helvtin av teimum spurdu taka undir við, at eitt CO2 avgjald skal ásetast, sum skal seta ferð á grøna orkuskiftið í Føroyum.

Hetta er eisini eitt av teimum merkisverdu úrslitunum, sum FNU og Veðurlagslóg NÚ fegnast um. Tað er gleðiligt, at veljarin tekur undir við okkara máli um at áseta eitt CO2-avgjald fyri at seta ferð á orkuskiftið. Hetta er enn eitt greitt signal til politikararnar, um at gera nakað meira munagott fyri umhvørvið enn tað, sum vit higartil hava sæð.

bottom of page