Veðurlagsval

Veðurlagslóg Nú! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag kanna veðurlags- og náttúruætlanirnar hjá valevnum

Hvørjar ætlanir hava valevnini og politisku flokkarnir um veðurlags- og náttúruátøk til løgtingsvalið? Tað hoyra vit ov lítið um, men nú kemur evnið á breddan. Veðurlagslóg Nú! og FNU eru farin undir eitt átak, sum skal svara hesum spurningunum.

Komandi dagarnar fara Veðurlagslóg Nú! og FNU at seta seg í samband við øll valevnini, ið stilla upp til løgtingsvalið fyri at spyrja tey um teirra áskoðanir og ætlanir innan orku, veðurlag og náttúru. Svarini verða savnaði á einari heimasíðu, har veljarar kunnu svara somu spurningum. Heimasíðan vísir síðan veljarunum, hvørji valevni, teir hava mest í felag við.

Endamálið er at vísa á møguleikarnar og skyldurnar hjá Løgtinginum at betra um gagnnýtsluna av okkara náttúru, at skerja útlátið munandi og at verja náttúruna. Á tann hátt kann Løgtingið bæði vera við til at bremsa veðurlagskreppuni, bøta um lívmargfeldið og betra um sjálvbjargni og trivnað.

Tilsamans eru 16 spurningar, og teir eru skrivaðir sum útsagnir, sum mann kann vera samd ella ósamd í.

Evnini fevna víða frá burðardyggari matframleiðslu til umskipan av samfelagsbúskapinum.

Heimasíðan verður kunngjørd, tá kanningarúrslitini eru klár.

- Veðurlagslóg nú og FNU





Tað nýggjasta