Havið hitnar
Í grein á heimasíðuni hjá Videnskab.dk við heitinum “Veðurlagsbroytingar hótta danskan fisk” verður ljós varpað at hitin í Eystursjónum økist og at oxygeninnihaldið minkar. Hetta elvir til, at fiskasløg, sum t.d. toskur, ið natúrliga hava hildið til í økinum, leita norðureftir í eini roynd at yvirliva. Men toskurin í Eystursjónum hevur í øldir lagað seg til at liva júst í Eystursjónum og kann tí ikki bara uttan víðari flyta til onnur støð, har viðurskiftini eru øðrvísi. Tí eru útlitini fyri, at toskurin kann yvirliva aðrastaðni ikki góð. (Sí leinki til grein niðanfyri)
Havið hitnar eisini við Føroyar
Petur Steingrund, fiskifrøðingur, førir í tíðarritinum “Sjóvamál” hjá Havstovuni fram, at tað er eisini ein sannroynd, at havið við Føroyar hitnar, og at hetta er ein av møguligu orsøkunum til, at toskurin á Føroya Banka ikki kemur fyri seg. Og júst sum toskurin í Eystursjónum, hevur Føroya Banka toskurin lagað seg til at liva júst á Føroya Banka, har serliga góðar umstøður hava verið í øldir. Útlitini til at finna til eitt líknandi stað eru ikki góð og vandi er tí fyri, at vit fara at missa henda sera góða fisk.
Veðurlagsbroytingarnar eru her
Tað er eingin ivi um, at tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum gera seg galdandi her. Vit mugu tí øll gera tað vit kunnu fyri at steðga teimum og tað kunnu vit gera við at steðga at nýta fossila orku og eisini at minka um forbrúkið.
Tað gerst alt meira greitt, at tað er neyðugt, at FNU framyvir varpar ljós á ógvusligu broytingarnar hjá okkum í havinum kring Føroyar.
Eitt sera gott átak í so máta er verkætlanin “VeðurlagslógNú”, sum hevur virkað í meira enn eitt ár og verður drivið av eldhuganum ungum fólki. “VeðurlagslógNú” er óformellur partur av FNU.
Keldur:
Frederik Thymark (2021) “Klimaforandringer truer danske fisk”, Videnskab.dk, heintað av:
Petur Steingrund (2019) “Hví er toskurin á Føroya Banka ikki komin fyri seg?”, Havstovan, heintað av: http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2019/Sjovarmal2019.pdf#page=10