Varðveitið nátturuøkið við Sandá!

Hetta var yvirskrift í fráboðan frá FNU hin 6. desember 2021. Málið snýr seg um ætlan at byggja bygning á einum náttúruøki fram við Sandá, sum tað higartil í stóran mun hevur eydnast at varðveita. Málið kemur fyri á býráðsfundi í dag, hósdagin 27. januar. Býráðsfundurin byrjar kl. 16 og eftir skránni kann væntast, at hetta málið kemur fyri nakað eftir kl. 17. Til ber at fylgja við býráðsfundinum á hesum leinki: https://www.torshavn.fo/politikkur-og-folkaraedi/politikkur-og-nevndir/finn-dagsskrair-og-fundarfrasagnir/ O

Og sjálvandi ber tað eisini til at møta upp í býráðssalinum, soleiðis sum bólkurin “Varðveitið fríøkið við Sandá” mælir til, sí: https://www.facebook.com/groups/1092231498221970 Vinarliga FNU nevndin



Nýggjastu tíðindi