top of page

Takmýrar tyrvdar

Takmýrar millum Skálavík og Húsavík er eitt vátlendi við mýrum og áhugaverdari floru, har nógvur heiðafuglur heldur til - eitt sera vakurt øki og eitt av sereykennunum hjá Sandoynni.


Herfyri hendi tað, at mold, sum kemur frá arbeiði í Skálavík, er dumpað omaná hetta økið og alt tað nátúrliga margfeldni, sum var á hagablettinum, er harvið køvt.


Eisini siðsøgulig virði eru hótt, tí moldin er løgd skamt við ikoniska “Nykasteinin” hjá Húsfrúnni. Søgnin sigur, at Húsfrúgvin i Húsavík hevði ein so fittan og sterkan nyk at hjálpa sær, tá hon bygdi harragarð sín í Húsavík. Nykurin legði halan kring klettar í haganum og dróg teir til Húsavíkar. Ein dagin, tá húsini eru um at vera liðug, er nykurin komin í Takmýrar við einum sera stórum kletti, tá slitnar halin og Nykurin tekur til beins í Lítlavatn. Steinurin sigst vera tann, sum sæst á myndini, og spurningurin er nú, um hann eisini skal tyrvast ?


FNU mótmælir vandaliseringini av Takmýrunum og setur fram spurningin, hvat friðingarnevndirnar í Sandoynni siga til hetta - og eisini, hvat VISITSANDOY sigur?


FNU 18. mars 2022









bottom of page