top of page

NÝGGJAR TÍÐIR Á VEÐURLAGSØKINUM

Vit fegnast um, at samgongan fer at seta bindandi mál fyri útlátsminking í verk. Ein veðurlagslóg við bindandi málum er av alstórum týdningi fyri at venda útlátsgongdini og minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassum.


Í samgonguskjalinum stendur skrivað:

“Eitt høvuðsmál hjá samgonguni er at fremja grøna orkuskiftið, seta bindandi veðurlagsmál og at tryggja náttúru- og umhvørvisvernd.”


Síðstu árini er nógv sagt og lítið og einki gjørt fyri at minka um útlátið. Úrslitið er, at útlátið í dag er søguliga høgt. Vit hava tí ongantíð havt so nógv brúk fyri eini bindandi veðurlagslóg sum júst nú.



BINDANDI VEÐURLAGSLÓG

Tað hevur týdning, at lógin verður smíðað rætt, soleiðis at hon verður við til at seta ferð á orkuskiftið og bindir politisku skipanina til at samtykkja veðurlagsátøk og fyrihalda seg til veðurlagskreppuna. Veðurlagslóg Nú! meinar, at ein sterk veðurlagslóg eigur at innihalda hesi punkt:

  • Áseting av bæði langtíðar- og stutttíðarmálum, sum samsvara altjóða sáttmálum.

  • Ein ítøkilig virkisætlan skal gerast, sum lýsir hvørji átøk verða sett í verk fyri at røkka útlátsmálunum, og nær tey skulu setast í verk.

  • Veðurlagsfyrilit skulu vera partur av øllum politiskum málum og ætlanum.

  • Fylgt verður við gongdini á hvørjum ári við politiskum orðaskifti í Løgtinginum.

  • Óheft veðurlagsráð verður sett á stovn at meta um gongdina í samlaða útlátinum, og um samanhangur er millum virkisætlanina og útlátsmálini. Ráðið virkar eisini sum ráðgevi, tá tað kemur til møgulig veðurlagsátøk og verður skipað á líknandi hátt sum búskaparráðið.

  • Veðurlagsborgarating verður sett á stovn, soleiðis at borgarar kunnu læra um veðurlagskreppuna og viðgera og viðmæla politisk átøk.

  • Varandi orka skal ikki oyðileggja ella skaða náttúruna og lívmargfeldið meir enn hægst neyðugt.


Í samgonguskjalinum verður m.a. eisini sagt, at øll átøkini, sum vórðu orðað í sambandi við óbindandi veðurlagspolitikkin frá 2021, verða samtykt. Hetta er gott, men enn veit eingin at siga, hvussu nógv útlátið fer at minka av hesum átøkum. Hetta eigur at loysast beinanvegin, tí mest sannlíkt mugu fleiri átøk setast í verk fyri at røkka eini útlátsminking, sum er samsvarandi Paríssáttmálanum.


Veðurlagslóg Nú.



Tað nýggjasta
bottom of page