top of page

Náttúruøkið í Lopra má verjast


FNU hevur fingið fráboðan frá borgarum um ætlan at byggja stóra smoltstøð í økinum við Ónavík og Lopranseiði. Ásannandi, at tá ið broytingar av náttúruøkjum eru gjørdar, vendist ikki aftur, vil FNU við hesum heita á alifyritøkuna og avvarðandi myndugleikar um at ikki at fremja broytingar í upprunanáttúru - og í øðrum lagi at skipa soleiðis fyri, at broytingarnar verða gjørdar í so litlan mun, sum til ber.


4. juli 2022

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU)



bottom of page