top of page

Leyp á súkkluna, tí í morgin er hjólvelting í Havn

Ógloymandi súkklutúrurin saman við fleiri øðrum, har súkklurnar vísa á at býarrúmini eru fyri øll, er hjólvelting í síni kjarnu.


Ymiskt er á skánni til hjólveltingina, sum týsdagin 13/10 fer frá Norðurlandahúsinum og oman í miðbýin. Tónleikur og sangur verður gjøgnumgangandi, og heitt verður á fólk um at prýða seg sjálvi og súkkluna við litføgrum fløggum og øðrum stuttligum. Upphiting verður við klovninum BUBU, sum elskar at súkkla og sum sjálvandi er fúsur at koma við tá hjólvelting er.

Nú heystið er byrjað, verður eisini mint á at vera sjónlig í ferðsluni. Endurskinsvestar frá Tórshavnar kommunu verða at fáa, og frástøðupinnar sum kunnu setast á súkkluna, so at bilførarar minnast til at halda passaliga frástøðu til súkklur á minst 1,5 metur.

Súkkluverkstaður verður eisini, har til ber at fáa smáumvælingar gjørdar.

Røður verða hilnar bæði við Norðurlandahúsið, har byrjað verður, og í Perlutúninum í miðbýnum, har súkklunar samlast aftur aftaná hjólveltingina. Gunn Hernes, sjóri í Norðurlandahúsinum fortelur um hvussu tað er at súkkla til arbeiðis, Marin Katrina Frýdal, sum ikki stillar upp aftur til býráðsvalið, men sum hevur sett gongd í súkklukjak og arbeitt við súkkluumstøðunum í Tórshavnar kommunu, fer at hugleiða um hvussu man fær býir og bygdir fyri fólk. Seinasti røðari er Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum fer at hugleiða um súkkluførleika.


Skrá - týsdagur 13/10


Kl. 16.00(-17.00) Norðurlandahúsið:

- Súkkluverkstaður – til ber at fáa smáumvælingar gjørdar ókeypis.

- Tórshavnar kommuna býtir út frástøðupinnar og endurskinsvestar.

- Ingmar og Napoleon spæla á lagil (melodica) og ukulele.

Kl. 16.30 Norðurlandahúsið:

- Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, fortelur um at súkkla til arbeiðis.

- Átakið Hjólvelting greiðir frá um hugsjónina handan átakið.

- Upphiting við klovninum BUBU, sum kemur við á hjólvelting.

Kl. 17.00 Súkklur fara avstað frá Norðurlandahúsinum. Súkklað verður Yviri við Strond.

Uml. kl. 17.30 Boðanesheimið:

- Felagssangur verður sungin við Boðanesheimið.

Leiðin gongur víðari oman í miðbýin.

Uml. kl. 17.45 Perlutúnið:

- Marin Katrina Frýdal hugleiðir um hvussu man fær “býir og bygdir fyri fólk”

- Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hugleiðir um súkkluførleika

- Tórshavnar kommuna bjóðar ábit og høvi verður at práta við starvsfólk frá teknisku umsiting um súkkliumstøðurnar í kommununi.

Kl. 18.00 Perlutúnið:

- Workshop: Lær at umvæla súkkluna.

bottom of page