top of page

Hoyringssvar til uppskotið um veðurlagslóg


Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) Tórshavn, 19. oktobur 2025

FNU takkar fyri høvið at koma við viðmerkingum til uppskotið um veðurlagslóg.

FNU hevur farnu árini fylgt væl við - og verið ein aktivur viðleikari - í arbeiðinum fyri eini føroyskari veðurlagslóg, og fegnast tí stórliga um, at Umhvørvismálaráðið nú hevur lagt uppskot um veðurlagslóg til hoyring. FNU metir, at uppskotið er eitt sera gott og avgerandi stig á leiðini. Men samstundis vil FNU vísa á, at lógaruppskotið krevur nakrar týdningarmiklar batar fyri veruliga at flyta Føroyar móti netto-null.Harafturat krevjast eisini broytingar, skal lógin gerast eitt veruligt amboð við neyðugu forskriftunum og mekanismunum - og ikki bert ein yvirskipað politisk ætlan.Vit halda, at tað er upplagt at nýta høvið at vísa á, at grøna orkuskiftið hevur bæði stóra og breiða undirtøku í Føroyum.Ein kanning vísir, at 76% av føroya fólki ynskja, at vit skulu minka CO2-útlátið munandi, meðan bert 10% søgdu seg vera ósamd*. Herfyri varð borið fram á almennum kjakfundi hjá FNU, at føroyska vinnulívið eisini ynskir at seta ferð á grøna orkuskiftið m.a. orsakað av vaksandi krøvum frá umheiminum. Hesum váttar Vinnuhúsið fyri FNU.Tá undirtøkan er so mikið stór, ikki einans fólksliga, men eisini í vinnuni - sum stendur fyri stórum parti av útlátinum - heldur FNU, at tað er upplagt at tillaga lógaruppskotið, so tað verður munandi meira framsøkið og bindandi.

Sum er, er tíverri ógreitt, í hvønn mun og á hvønn hátt lógin er bindandi.Niðanfyri gera vit okkara viðmerkingar í mun til ásetingarnar, og síðani hava vit fimm eyka viðmerkingar. * Sbrt. kanning, ið Spyr.fo gjørdi fyri FNU í 2022, ynskja 76% av føroyingunum, at vit skulu útláta munandi minni CO2. 



Viðmerkingar til lógartekstin 

§ 1 - Endamál og høvuðsmál

FNU tekur undir við endamálunum í § 1, stk. 1, nr. 1–4. 

§ 1-3 - Málsetingar, tíðarseting og “no-backsliding”

§ 1, stk. 2 er ein sera týðandi partur av lógaruppskotininum, tí hann tryggjar, at Veðurlagslóg Føroya er beinrakin í sínum átøkum. Uttan eina slíka orðing kann snúgvast uttanum átøk, ið veruliga tálma nýtsluni av olju. Hendan orðingin má tískil varðveitast.

Stutttíðarmál mangla. Við § 2 er 2050-netto-null ásett sum langtíðarmál, men FNU mælir til at eisini seta bindandi deilmál í 2030/2035 og at krevja, at útlátskurvan byrjar at minka beinanvegin.

Vandin við verandi uppskoti er, at átøkini verða útsett til evstu løtu. 

Fyrsta deilmálið í 2030/2035 eigur í minsta lagi at vera í tráð við “Uppskot til samtyktar um mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini” sum varð samtykt í 2022, men helst meira ambitiøst, í samsvari við tøkniligu framtøkini til frama fyri orkuskiftið síðan tá.


FNU mælir til at seta hetta inn í § 3 sum mátbær og árlig deilmál sum eru býtt á ymsar geirar í samfelagnum. Tað gevur betri leiðslu av arbeiðnum, tí tá verður tað greitt, hvør skal gera hvat, og nær tað skal gerast.

FNU tekur undir við at brúka No-backsliding-prinsippinum í § 3 stk 2: “Tíðarfestu virkisætlanirnar og ítøkiligu málini um minking av útlátinum skulu gerast alsamt meira framsøkin, hvørja ferð tey verða sett”.Viðvíkjandi § 2 mælir FNU víðari til at staðfesta í lógini, at mál skulu røkkast við innlendis minking av CO2, og at upptøkan av CO2 í havøkinum kring Føroyar ikki kann mótroknast.

§ 3 – Virkisætlanir, stýriamboð og uppskot um ein veðurlagsgrunn

FNU mælir til, at lógin greitt ásetur eina skyldu til at gera átøk. Kemur Veðurlagsráðið til ta niðurstøðu, at lagda kósin ikki verður hildin, skal landsstýrið sum skjótast leggja fram nýggj átøk og dagføra virkisætlanina.Gjøgnumskygni og geirar: Stk. 1 eigur at krevja virkisætlanir fyri ávísar geirar (orka, flutningur, bygging, fiskivinna, burturkast o.a.), og at tær verða almannakunngjørdar.

Veðurlagsgrunnur (nýtt stk.): FNU mælir til heimild í § 3 at seta á stovn ein veðurlagsgrunn sum er fíggjaður av m.a. orkuavgjøldum/kvotum/øðrum grønum avgjøldum, til átøk hjá landi, kommunum, vinnu og borgarum (orkuumlegging, tillaging, endurnýtslu, stuttflutt framleiðsla). Eisini eigur tað at verða tryggjað, at inntøkur av grønum átøkum verða oyramerktar til átøk sum fremja orkuskifti ella minka um útlát.Viðvíkjandi § 2 og altjóða IMO-reglum mælir FNU til, at lógin gevur greiða heimild at seta útlátskrøv fyri flotan, ið ikki er í altjóða sigling og at forða fyri at vit útflyta okkara útlát (carbon leakage).

§ 4 - Ábyrgdarbýti

Greitt ábyrgdarbýti: § 4, stk. 1 staðfestir samskipan, men ikki nóg ítøkiliga. Setið inn skyldu at deila ábyrgd millum ráð, stovnar og kommunur og at tryggja árligar almennar frágreiðingar.

Kommunala økið: FNU mælir til í § 4, stk. 2 at tryggja fakliga og fíggjarliga grundarlagið hjá øllum kommunum at røkja lógina - annars er vandi fyri, at tað gerst ójavnt kring landið.

§ 5 - Veðurlagsráðið

FNU mælir til, at tað í minsta lagi sita 5 limir í Veðurlagsráðnum, so náttúrufrøði, orkufrøði, samfelagsfrøði, búskaparfrøði og havfrøði altíð eru umboðað í ráðnum.

Gjøgnumskygni/eftirlit: Leggið inn skyldu at gera almenna meting av, um málini verða rokkin (ikki bert ráðgeving til landsstýrið). Hetta styrkir alt arbeiðið og tryggjar alment kjak um evnið. 

§ 1 og § 2 - Oljuleiting

FNU mælir til, at tað verður staðfest greitt í lógini, at nýggj oljuleiting er í ósamsvari við veðurlagsmálini.

§ 6 - Gildiskoma

FNU mælir til greiðar tíðarásetingar fyri fyrstu virkisætlan, setan av veðurlagsráði og fyri fyrstu almennu frágreiðing.



Viðmerkingar 

A. Javnbjóðis luttøka 

Grøna umleggingin má vera javnbjóðis - ikki “bara” fyri at vera rættvís, men fyri at tryggja, alt samfelagið luttekur. Tað kostar at leggja um, so tí skulu stuðul og ella møgulig stýriamboð gera tað praktiskt møguligt hjá øllum at luttaka (borgarar, smærri fyritøkur, útjaðaraøki). Hetta samsvarar við § 1, stk. 1, nr. 4.

B. Vitan á økinumLógin eigur at krevja regluligar, óheftar metingar av útláti og náttúrustøðu og at t.d. Umhvørvisstovan, Tjóðsavnið, Havstovan og Fróðskaparsetrið hava ein formaliseraðan leiklut í vitanarmenning og -deiling.  

C. Greiðar rammur og krøv fyri vinnunaVit mæla til at lógarfesta kvotur, avgjøld og innkeyps- og byggikrøv (viðv. orku, orkueffektiviteti, endurnýtslu osfr.). Greið krøv geva vinnuni insitament til at gera munandi átøk.D: Tvístøður um staðseting seinkar Fyri at vit ikki aftur og aftur skulu enda í seinkandi tvístøðum um javnvágina millum orkuskifti og náttúruvernd, eiga lendiskanningar og yvirvøkur at verða gjørdar í øllum Føroyum, so at ein lendisætlan kann verða gjørd, sum so skal verða tikin við, tá ið eitthvørt slag av útbygging verður gjørd.E: Bindandi veðurlagslógAt enda vilja vit viðmerkja, at tað verður nevnt, at endamálið við veðurlagslógini er, at Føroyar seta sær bindandi mál. Á hvønn hátt veðurlagslógin er bindandi, er tó felagnum ógreitt. Hóast FNU fegnast um, at vit nú kunnu síggja fram til at fáa eina veðurlagslóg, er verandi uppskot, ið er uttan heimildir og inniheldur mong undantøk, ikki ein bindandi veðurslóg.


Samandráttur Vit hava áður sæð ætlanir um at minka útlátið, men øllum kunnugt hava vit ferð eftir ferð verið noydd at staðfest, at vit røkka ikki okkara egnu málum. Tí er ein bindandi og framsøkin veðurlagslóg alneyðug og í tøkum tíma - vit mugu binda okkum til tey málini, vit vilja uppnáa. 

Ein veðurlagslóg uttan heimildir og uttan ítøkilligar tíðarásetingar er tó ikki bindandi, og gerast tað ikki broytingar í lógaruppskotinum, kann uppskotið roknast sum enn ein politisk ætlan - og ikki ein veðurlagslóg.

Tí mælir FNU Umhvørvismálaráðnum til at taka viðmæli okkara til eftirtektar.

Við hesum vóna vit, at veðurlagslógin verður eitt sterkt og bindandi amboð. 

Vegna FNU Jón Kragesteen, formaður


 
 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Bøgøta 14

100 Tórshavn

Teldupostur: fnu@fnu.fo

Tlf: 251290

  • Instagram
  • Facebook

Eg vil fegin frætta nýtt frá FNU:

Takk fyri

bottom of page