FNU stuðlar áheitan á Yvirfriðingarnevndina

Áhugabólkurin, sum arbeiðir fyri at varðveita fríøkið við Sandá, heitir á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið um náttúruøkið við Sandá til nýggja viðgerð.


Í áheitanini verður víst á fleiri viðurskifti, sum ikki eru nóg væl viðgjørd í málinum, m.a. náttúrumargfeldi og fjølbroytta lendið við lyngi, mýrum og klettum, mitt í høvuðsstaðnum, sí skriv frá áhugabólkinum.


FNU vil við hesum gera greitt, at felagið stuðlar hesari áheitan


FNU vil samstundis vísa á týdningin, at fólk hava møguleika at uppliva náttúru í nærumhvørvinum, har tey búgva. So hvørt býir og bygdir vaksa, verður meira og meira lendi yvirtikið av bygging og tí er umráðandi, at vit standa ímóti og berjast fyri at varðveita so nógv náttúruøki, sum gjørligt. At talan harafturat er um eitt øki við upprunanáttúru mitt í høvuðsstaðnum ger tað ikki minni varðveitingarvert.


FNU 6. september 2022


Tað nýggjasta