Málið um útbygging hjá SEV í Ergidali í Hovi hevur tikið nýggja vend, tí komið er fram, at mongu eigararnir í Dalshaga onki vita um ætlanir hjá SEV í teirra egna hagaparti. Hagastýrið, sum skal kalla eigarar saman, tá týðandi mál eru fyri, hevur ikki havt hagastevnu í áravís. Verður loyvi givið at brúka Ergidal til elorku-framleiðslu, er hetta ímóti allari vanligari mannagongd.
Ergidalur er fyri ein stóran part mýrulendi - ein vistskipan, sum er vorðin alt meiri sjáldsom í Føroyum, orsakað av, at lendið nógvastaðni er blivið drenað, og umgjørt til landbúnað. Mýrilendi er elligomul vistskipan, sum hevur týdning fyri fjølbroytt plantu- og djóralív, og bindur hartil CO2 í jørðini. Verða veitir grivnar í Ergidali og dalurin drenaður, soleiðis sum ætlanir eru um, hvørvur fjølbroytt og virðismikil føroysk náttúra, og rættast hevði heldur verið at friðað økir, har mýrilendi er.
Bæði tað, at eigararnir ikki eru blivnir spurdir, og at lívgevandi mýrilendi verður týnt, kann als ikki góðtakast.
Tann 26. februar kom svar frá Umhvørvis- og vinnumalaráðnum í sambandi við, at FNU saman við Fuglafrøðifelagnum í september í fjør kærdi, at umhvørvisárinsmetingin av víðkaðu elorkuframleiðsluni í Ergidali bleiv góðkend. Í svarinum frá Umhvørvis- og vinnumálaránum stendur, at felagskapirnir ikki hava kærurætt í málum um elorkuframleiðslu, av tí at felagsskapirnir ikki hava ein týðandi áhuga í málinum.
Stórmál sum hava við náttúruna at gera, mugu fáa eina viðgerð, har bæði almenningur og eigarar hava rætt til eina gjølliga lýsing av hvat gongur fyri seg. FNU heldur tí at útbyggingin eigur at verða endurskoðað.