top of page

Náttúrumargfeldislóg og átøk sum minka um útlátið hava skund

FNU var í dag á fundi í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, har ymiskt varð umrøtt við nýggja landsstýrismannin í umhvørvismálum Helga Abrahamsen. Dentur bleiv lagdur á týdningin av eini nýggjari lóg um skerjing av vakstrarhúsútláti og at náttúran hevur brúk fyri sterkari verju.

Niðanfyri eru punkt sum FNU ynskir, at landsstýrismaðurin fær avgreitt sum skjótast:

  • Útlát av vakstrarhúsgassum. Mælt verður til Lóg um skerjing av útláti av vakstrarhúsgassum. Ráð ella stovnur sum tryggjar at myndugleikar og aðrir aktørar arbeiða við at útinna málini. T.d. Klimarådet (DK), Miljomål (SE). Útlát av VHG skal takast við tá umhvørvisárinsmetingar verða gjørdar, m.a. av tunnlum, havnum og orkuframleiðslu.

  • Náttúruvernd. Lógin ov gomul og verður ikki brúkt í nóg stóran mun. Tørvur á nýggjari lóg og náttúrufyrisiting.

  • Umhvørvisgóðkenningar. Aling skal vera fevnd av kravi um umhvørvisárinsmeting áðrenn myndugleiki kann veita umhvørvisgóðkenning. Havnir skulu vera umhvørvisgóðkendar.

  • Århus-sáttmálin. Styrkir fólkaræðisligar mannagongdir, tá avgerðir verða tiknar. Føroyar eigur at taka undir við sáttmálanum, eins og okkara grannalond.

  • Játtan til umhvørvi. Játtanin á fíggjarlógini til umhvørvisverndartiltøk hevur verið niðurraðfest síðan Agenda21 stovan varð niðurløgd í 2015. Henda játtan eigur at verða tikin fram aftur.

  • Fastur hoyringspartur. FNU ynskir framhaldandi og í enn størri mun at vera við í hoyringum og at luttaka í arbeiðsbólkum ísv. mál sum hava týdning fyri og kunna viðføra avleiðingar fyri umhvørvið. Her verður m.a. hugsað um heildarætlanir, umhvørvispolitikkir, orkupolitikkir, nýggja lóggávu og kunngerðir, íroknað lógarverk og ætlanir innan aling og ferðavinnu.

Mynd: KVF

bottom of page