top of page

Undirskriftainnsavning

Skipað verður fyri undirskriftainnsavning fyri at friða økið vesturi á Víkum. Talan er um økið frá Fjallavatni til Barðið, sum eisini umfatar víkina á Víkum, har alistøð eftir ætlan skal leggjast.

Niðanfyri er ein yvirlýsing fyri, at økið verður friðað. Øll sum vilja hava navnið hjá sær á einum lista undir yvirlýsingini, kunnu boða frá við at senda ein teldupost til fnu@fnu.fo ella senda eini boð til Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag á facebook. Skrivið verður eisini at finna á eini facebook-síðu sum verður gjørd í sambandi við friðingarátakið. Vit vilja gjarna hava ein so langan lista við nøvnum sum gjørligt, og øll eru vælkomin at biða onnur skriva undir eisini!

FYRI FRIÐING VESTURI Á VÍKUM

Økið vesturi á Víkum, sum í dag er óbygt, er ein sonn náttúruperla við einum ómetaligum dýrdarvirði. Aling hoyrir ikki heima á Víkum, og fer at órógva friðsæluna og djóralívið í økinum.

Friðingin av Fjallavatni skal verða víðkað til at fevna um Víkar, og friðaða økið skal eisini umfata víkina, har ætlanin er at leggja alistøð. Tó skal friðingin ikki avmarka higartil nýtslu av økinum. Í økinum skal fiskaaling ikki vera loyvd, eins væl og aliútgerð skal vera forboðin.

SERMERKT LANDSLAG

Landslagið á Víkum er sermerkt, og útsýnið er stórfingið. Drangar, urðir og kópalátur eru í økinum.

Á Víkum síggjast tær niðastu basaltfláirnar og miðfláirnar, og kolalindin kemur fram á markinum millum fláirnar. Onnur jarðfrøðilig fyribrigdi í økinum eru t.d. áhugaverdir partar av ístíðarlandslagi og fleiri týðiligar gongir.

RÍKT DJÓRALÍV

Fuglalívið er ógvuliga ríkt og sjófuglurin er nógvur. Í brøttu fjallasíðunum út móti sjónum eru tíggjutúsundatals havhestar. Inni á víkini, har Drangin er og í urðini uttan fyri í Viðvík eru stór lundalond.

Umframt sjófuglin er eisini væl kent, at kópalátur eru í økinum. Syndarligu søguna hjá kópinum, hevur Mikkjal á Ryggi lýst í Dýralæru I.

“Tá ið steinkópurin doyði út, minnkaði láturkópurin so, at hann var nær við at fara sama veg, og tá varð avlagt at fara til látra. Nú hann er nakað afturnørdur, verður hann mest veiddur við byrsu. Ikki er tó eiðasørt, at farið verður til látra. Sandavágsmenn eiga nógv látur fyri norðan undir oynni, og gamlir menn vita frá teimum at siga, sum minnast, at teir har fingu stórthundrað kópar. Hesi látur vórðu væl umgingin, — av teim gomlu slógu teir bara einans brimil um árið, — og tí hildu tey seg leingi, eftir at mong onnur vóru avoydd. Tó til endans oyddust tey við.”

Júst í hesum økinum eru tó framvegis látur og kópur.

REIPSÁ

Reipsá, sum rennur úr Fjallavatni og út í Reipsáfoss, er eindømi í Føroyum. Avfall frá einum øki á 24 km2 rennur úr Fjallavatni. Har Gullringsá rennur út í Reipsá, verður savnað vatn frá 27 km2 og hetta er næstmest í Føroyum. Einans Bøsdalafossur førir meira vatn, men hann kann valla kallast ein á. Reipsá, ið er 1½ km long og í støðum 40 m breið, er tískil størsta á í Føroyum.

Fáar stórar áir eru í Føroyum, og at okkara størsta á liggur í einum ótrúliga vøkrum og lutfalsliga órørdum landslagi, ger økið í síni heild til eina sanna perlu – væl fjald burturfrá, við ongari búseting ella ídnaði.

DÝRDARVIRÐI

Stórt gagn er av náttúruni, bæði sum matartilfeingi og fyri sálarheilsuna.

Víkar eru eitt fólkakært stað, har fólk fara fyri at fáa íblástur og fyri at njóta náttúruna. Serliga ljósu summarkvøldini plaga einstaklingar og bólkar at leita sær út í hetta sjáldsama náttúruvakra pláss.

MENTAN

Eingin búseting er á Víkum í dag, men nakað undan 1834 setti fyrsta húski seg niður á Víkum. Tá fólkatalið hevur verið av tí mesta, hava 16 fólk búð í bygdini.

Frá fyrsta degi hevur hetta fjarskotna øki fest seg í hugaheimin hjá fólki. Huldukonurnar, sum seyðamaðurin á Sondum rendi seg í, búðu í hesum økinum.

Í Feðgum á ferð lýsir Heðin Brú umhvørvið á Víkum ein óveðursdag. Ketil og Kálvur eru farnir at leita eftir rekaviði til árar. Teir hava gingið alla náttina, og eftir at nátt hevur føtt morgun, og teir hava fingið válgara og drýl, síggja teir oman í víkina:

”Víkin stendur í einum roki, óløgini koma hvítbroddað uttan av havi, sorast millum sker og kolsteinar, bróta í lepum inn yvir mølir og urðar, dunandi og brestast so høgt á loft, sjógvurin skolar blámandi heilt niðan í grasið, missir ferðina og rennur dassleittur og darvaður oman aftur. Í gjótum og urðargloprum liggja moldgráar skúmfannir og rúgva upp, meðan stormurin skræðir burtur av teimum í erva og sandrar fløkini niðan yvir hagan.”

REINT UMHVØRVI

Verandi umhvørvisstøða á havbotninum vesturi á Víkum er góð. Kanningar av sinki, kopari og

lívrunnum evnum vísa, at botnurin er óávirkaður og at sandurin er reinur.

Um aling verður í økinum, vísa royndir frá aling í Føroyum, at hesi mát væntandi broytast, og umhvørvið gerst meiri dálkað. Harðbalna umhvørvið vesturi á Víkum ger eisini, at vandi er fyri at aliútgerð slítur seg leysa.

ÍDNAÐUR

Nógvur ágangur er á náttúruna, og flest øll munnu vita um okkurt náttúruvakurt øki, sum eru burtur í dag. Á Víkum býr einki fólk, og náttúran hevur fingið frið frá ídnaði. Aling fer at órógva friðsæluna og djóralívið á Víkum, eins og sæð nógvastaðni áður. Vistskipanir eru viðbreknar, og ljós, óljóð og dálking frá aling fer at taka lívið av fugli og kópi.

Aling fer at oyðileggja serstaka dámin og vakra útsýnið á staðnum. Henda náttúruperla í Føroyum eigur at sleppa undan avleiðingunum frá ídnaði. Náttúruoyðingin má hava eitt mark, og um økið vesturi á Víkum verður givið burtur til aling, er hetta ein óbøtandi missur fyri fólkið í Føroyum.

Á myndini er strikað kring økið, sum ynskist friðað.

bottom of page