Eingin umhvørvisgóðkenning er kunngjørd av alingini vesturi á Víkum. Tí hevur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag kært loyvið hjá P/f Luna at ala vesturi á Víkum.
Frá skjalainnlitið av samskifti millum Umhvørvisstovuna og P/f Luna sæst, at alifyritøkan hevur søkt um at víðka umhvørvisgóðkenningina í Sørvági til eisini at fevna um aling vesturi á Víkum. Umhvørvisstovan váttar í telduposti til alifyritøkuna, dagfestur 29/06/17, at umhvørvisgóðkenningin fyri aling á Sørvági eisini verður galdandi fyri aling vesturi á Víkum.
Tað er sostatt umhvørvisgóðkenningin fyri Sørvág, sum liggur til grund fyri loyvið at ala vesturi á Víkum. Hendan umhvørvisgóðkenning er frá 1998, er fyrnað fimm ár seinni og tekur einans atlit til aling á Sørvági.
Av tí at talan er um tvey ógvuliga ymisk øki, og tí at umhvørvisgóðkenningin er so gomul, metir FNU at loyvið til aling vesturi á Víkum er givið uttan gilduga umhvørvisgóðkenning.
Økið vesturi á Víkum er ógvuliga ólíkt Sørvágsfirði, og tí eigur ein nýggj umhvørvisgóðkenning at gerast. Umhvørvisgóðkenningin skal eisini kunngerast í bløðunum, og hetta er ikki gjørt. Heldur eingin fráboðan hevur ligið alment frammi á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni av víðkaðu umhvørvisgóðkenningini.
Tá aliloyvi verða givin, skal hædd verða tikin fyri náttúruni í økinum. Tó tykist tað ikki sum áhugamál knýtt at náttúruni hava verið viðgjørd yvirhøvur. Í hesum føri er eitt sjáldsama vakurt náttúruøki vorði tillutað einstøkum vinnurekandi felag, sum fellur undir bólkin "serliga dálkandi virki", uttan at onnur nýtsla av økinum er viðgjørd. At frátaka almenninginum høvi at vera partur av viðgerðini av aliloyvum er ikki nøkur serliga heppin mannagongd í einum fólkaræðisligum samfelag.
Mynd: KVF