top of page

Síl og stórídnaður – væleydnaður norðurlendskur fundur

30. august – 1. september var árligi fundurin hjá størstu norðurlendsku umhvørvisfelagsskapunum hildin í Føroyum. Á fundinum deila umhvørvisfelagsskapirnir teirra vitan og royndir, og leggja ætlanir fyri framtíðar virksemi og samstarv.

Felagsskapirnir vóru Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Danmarks Naturfredningsforening, Naturskyddsföreningen úr Svøríki, Suomen Luonnonsuojeluliitto og Natur och Miljö úr Finlandi, Ålands Natur och Miljö og Landvernd úr Íslandi.

Dreymaland

Í sambandi við fundin varð skipað fyri almennum fyrilestri í Perluni við Andra Snæ Magnasyni, sum er altjóða viðurkendur rithøvundur, umhvørvisaktivistur og forsetavalevni í Íslandi í 2016. Andri hevði ein áhugaverdan fyrilestur um, hvussu langt mann skal fara við at tránýta náttúruna til tess at vinna meira og meira orku. Fullsett var og aftaná var pallborðsfundur um orkuútbyggingar og náttúruvernd, og við pallborðið vóru SEV, Umhvørvisstovan, tingfólk, Náttúrugripasavnið, Ringrás, FNU og Andri Snær Magnason.

Í bók síni ”Dreamland – A self-help manual for a frightened nation” greiðir Andri m.a. frá, hvussu amerikanska hertøkan av Íslandi er avloyst av landnáminum hjá útlendskum feløgum, sum tørva bíliga orku til teirra framleiðsluvirksemi. Íslendskir orkumyndugleikar hava bjóðað landið fram til illa gitin feløg, sum fyrilitarleyst hava elvt til umhvørvisvanlukkur og lopið undan ábyrgd í fleiri londum. Í dag hevur aluminiumsframleiðarin Alcoa framt fleiri útbyggingar í Íslandi, sum hava elvt til dálking og oyðing av náttúru.

Hóast einki aluminumsvirki er í Føroyum, eins og í Íslandi, er stórídnaður við at fáa fastatøkur á føroyska samfelagnum. Í løtuni vaksur hesin ídnaður ótálmað, og tørvur er á politiskum atgerðum, sum kunnu tryggja eitt burðardygt samfelag við ríkari náttúru.

Sund

Skipað var eisini fyri túri inn á Sund, har grót frá eysturoyartunnlinum skal fyllast í fjørðin, so vinnuøkið gerst størri. Fólk úr Kaldbak hava leingi barst fyri náttúruni á Sundi, men hóast drúgva mótstøðu, hevur Tórshavnar kommuna hildið fast við avgerðina um at leggja grótið inn á Sund.

98% av fólkunum í Kaldbak hava skrivað undir eitt mótmælið ímóti náttúruoyðingini á Sundi. Hesi vildu varðveita eitt av síðstu náttúruøkjunum við Kaldbaksfjørðin, sum annars er merktur av, at vegur er nærum runt allan fjørðin. Í hesum náttúruøki er Sundsá, sum er gýtingará hjá sílum. Serliga var tað óumhugsið og óneyðugt, at útfyllingin skuldi raka ein sílastovn, sum gýtti í Sundsá. Frammanundan var eingin kanning gjørd av, hvussu útfyllingin fór at ávirka sílini.

Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, tá ið fólk sum búgva á staðnum, ikki verða hoyrd í slíkum máli. Hetta er søgan um eitt náttúruøki, sum mátti lúta fyri einum vinnuøki, sum als eingin hevði tørv á. Inntrivið rakar fólkini, sum búgva í Kaldbak, tí tey missa náttúruvirðir, sum eru umráðandi fyri teirra trivnað. Kanningar vísa, at fólk leggja í umhvørvið, og tí eiga politikarar, sum sita við valdið, ikki altíð at velja pengar framum umhvørvi.

Vakurleiki og ríkidømi

Hesar dagarnar vitjanin vardi, var veðrið av tí allarbesta. Norðurlendsku gestirnir fegnaðust um, hvussu vakurt tað var í Gomlu Hoyvíkini á síðsumri. Tíbetur eru slík støð eftir, hóast tað gongur sjón fyri søgn, hvussu nógv verður gjørt burturúr at bora, grava og asfaltera í Føroyum.

Undir vitjanini gjørdist tað sera týðiligt, hvussu umráðandi tað er, at vakurleikin og ríkidømi, sum finst beint við okkum, men sum verður goymt burtur í almenna orðaskiftinum, verður sett hægri og viðurkent fyri allar teir gagnligu eginleikar, sum eru knýttir at einum reinum og vøkrum umhvørvi. Tað er okkara ábyrgd at geva landið og havið víðari til okkara eftirkomarar, eins og okkum var latið í varðveitslu.

bottom of page