FNU kærir umhvørvisgóðkenning av elorkuverki


Eitt nýtt dálkandi elorkuverk er ikki partur av einum grønum umskifti. FNU hevur kært umhvørvisgóðkenningina av útbyggingini. Les kæruna niðanfyri.

---

Tórshavn 19. juni 2017

Heilsu- og Innlendismálaráðið

Eiragarður 2

FO-100 Tórshavn

Kæra um umhvørvisgóðkenning av umhvørvisárinsmeting av útbyggingini av elverkinum á Sundi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag kærir avgerðina hjá Umhvørvisstovuni um at góðkenna umhvørvisárinsmetingina hjá SEV av elverkinum á Sundi.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag metir ikki, at umhvørvisgóðkenningin tekur atlit til:

  • Orkupolitikk Føroya, sum hevur til aðalmál, at Føroyar skjótast gjørligt gerast óheftar av jarðrunnum brennievnum og í størstan mun nýta varandi orkukeldur. Sostatt er umhvørvisgóðkenningin brot á § 5 stk 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

  • Veðurlagspolitikk Føroya, har málið er at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20% í 2020, tá tað kemur til útlátið í 2005.

  • Altjóða COP21 avtaluna, eisini nevnd Paríssáttmálin, sum Føroyar hava tikið undir við. Yvirskipaða málið í sáttmálanum er at halda miðal hitavøkstrinum á jørðini væl undir 2 hitastig.

Nýggja orkuverkið á Sundi fer á ongan hátt at framtíðartryggja orkuveiting í Føroyum. Orkuverk, sum nýta jarðrunnið brennievni, hoyra ikki framtíðini til og talan er um óvanliga stuttskygda íløgu.

Tørvur er harafturímóti á miðvísum átøkum til at tryggja eitt grønt orkuskifti. Tí kann tað ikki góðtakast, at SEV fyri 800 milliónir krónur ger nýtt orkuverk, sum brúkar jarðrunnið brennievni til at framleiða elorku. Til samanberingar skal nevnast, at vindmyllulundin í Húsahaga kostaði 102 millinónir krónur.

Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2012 stendur í § 5, stk. 1 “Tá landsstýrismaðurin viðger umsókn um loyvi eftir § 4 til bygging av nýggjum verkum til framleiðslu av ravmagni úr jarðrunnum brennievnum, vindorku ella úr vatnorku, skal hann taka atlit til orkupolitikk landsins, umframt til rættin hjá SEV at gagnnýta vatnorkuna og til orkutørv landsins sbrt. § 11,stk. 3.”

Í lógini verður staðfest, at atlit skulu takast til orkupolitikk landsins, umframt orkutørv landsins.

Í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað 14. september 2015, verður sagt um orkupolitikk landsins: “Umhvørvis- og náttúruvernd skulu raðfestast til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so vit gerast sjálvveitandi við grønari orku”. Og seinni hetta: “Høvuðsmál, sum vit fara at loysa alt fyri eitt. At gera íløgur í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi orku”. Og hetta: “Ferð á grøna orku: Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest. Í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innanfyri 10 ár hitast við grønari orku. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Fyri at gagnnýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggjast til grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnnu. Verandi stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka málunum. Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, og ætlan fyri orkusparing og -umlegging gerast fyri eldri bygningar.”

Greitt er, at orkupolitikkur Føroya ikki er í samsvari við útbyggingina av orkuverkinum á Sundi og eina støðuga ella vaksandi nýtslu av jarðrunnum brennievni.

Tískil er góðkenningin brot á løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, umframt at góðkenninngin fer beint ímóti Paríssáttmálanum og málinum í veðurlagspolitikki Føroya.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fer tí at biðja Heilsu- og Innlendismálaráðið um at ógilda góðkenningina av nýggja orkuverkium á Sundi.

Við kvøðu

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Viðheft kæruni eru hesi fylgiskjøl:

1) Veðurlagspolitikkur Føroya

2) Um orkupolitikk Føroya á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni

3) Um orku og elveiting á heimasíðuni hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum

4) Sirið Stenberg á veðurlagstoppfundi í Marokko

5) Hoyringssvar hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, dagfest 1. november 2016, til umhvørvisárinsmeting av víðkan av Sundsverkinum

Mynd: SEV

Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page