Leygardagin 21. nov. skipar FNU fyri almennum fundi um ferðavinnu og umhvørvi í Føroyum. FNU fær vitjan frá systurfeløgunum úr Álandi og Íslandi hetta vikuskifti, og á fundinum fara hesi feløgini at greiða frá teirra royndum.
Tí seta vit spurningin, hvat kunnu vit læra av øðrum smátjóðum, sum selja náttúruupplivingar og samstundis skulu liva av náttúruni? Umframt at hoyra framløgur úr Íslandi og Álandi verða framløgur við føroyskum aktørum, sum eru tengdir at ferðavinnu og umhvørvi.
Tiltakið verður klokkan 16 á Býarbókasavninum, Niels Finsensgøta 7, Tórshavn.
Skrá:
Kl. 16.00 - FNU bjóðar vælkomin
Kl. 16.10 - Umboð úr Álandi og Íslandi greiða frá royndum við ferðavinnu í teirra londum
Kl. 16.30 - Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur - “Ávirkan av ferðavinnuni á náttúruna”
Stuttur steðgur
Kl. 16.55 – Súsanna Laursen, Cand.Soc. “Eru Føroyar til reiðar at rúma einari vaksandi ferðavinnu? Og hvussu tryggja vit, at tað er ein ferðavinna, vit kunnu liva av og liva saman við. Bæði nú og fyri tey komandi ættarliðini.”
Kl. 17.10 - Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjafelagnum – “Hvussu ávirkar økta ferðavinnan náttúru og umhvørvi á útoyggjunum?”
Kl. 17.25 – Kjak
Fundurin endar umleið kl. 18.