top of page

Vit elska spælipláss...... men er “bleytt gummi í fleiri litum” tað, sum vit skulu bjóða okkara børn


Tað hevur vundið upp á seg, at barnagarðar og onnur gera felagsøki við bleytum gummiundirlagi. Helst skal hetta tilfar betra um trygdina, men undirlag, sum er framleitt úr endurnýttum bildekkum, er als ikki gott fyri umhvørvið.

Kanningar vísa, at tilfarið inniheldur fleiri ymisk heilsu- og umhvørvisskaðilig evni, og í grannalondum okkara, hava fleiri kommunur avgjørt ikki at nýta hetta tilfar í spæliplássum.

Børn eru ein serliga viðbrekin bólkur, og tí er tað óheppið, at tað í Føroyum ikki finnast nakrar reglur fyri nýtslu av kemiskum evnum í leikum.

Umhvørvið má vera fremst í huganum, tá spælipláss verða gjørd. Børn læra av umhvørvinum. Áir, stórir steinar, trø og lendi við nógvum vøkstri teljast óivað millum bestu spælipláss sum finnast. So ber eisini til at heingja nakrar reiggjur upp, fyri at skapa eyka avbjóðingar, men umráðandi er, at spæliplássini eru gjørd úr góðum tilfari.

Lesið meiri um eiturfríar leikur á heimasíðuni hjá okkara svenska systirfelag her:

Mynd: Tórshavnar kommuna

bottom of page