top of page

Nógv uppskot um, hvussu umstøðurnar hjá bleytu ferðsluni kunnu bøtast

Í sambandi við sýningina av filminum Bikes vs. Cars, ið varð vístur á Umhvørvisvikuni í Havn, varð skipað fyri almennari kjakverksmiðju aftan á filmin. Nógv góð hugskot vóru um, hvussu vit gera ferðslukervið umhvørvisvinarligari. Millum annað hildu fleiri, at fyrimunirnir við at ganga og súkkla áttu at verið betur lýstir, tí at nógv geva sær ikki far um, hvussu heilsugott tað er at vera úti. Eisini varð kjakast um, hvussu stóra ávirkan bilur hevur á býarskipan, og hvussu gerandisdagurin verður lagdur til rættis.

Bæði átøk, ið skulu avmarka bilferðsluna og átøk, ið skulu skapa áhuga fyri at ganga og súkkla, vórðu umrødd. Ítøkilig uppskot vóru eitt nú parkeringsgjald, umhvørvisavgjald á brennievni, súkklustativ og pumpur, bilfríur dagur, atgongd til býtisbil, betri kunning um fráferðir hjá bussunum, tá skipað verður fyri tiltøkum, og at vegirnir blivu tryggari og ikki bert breiðari.

Øll uppskotini eru borin víðari til Tórshavnar kommunu.

Vónandi fara bæði kommuna og onnur at átaka sær uppgávuna at fremja tær broytingar, ið eru neyðugar fyri, at tað skal gerast lættari at velja bilin frá.

Sí myndir frá tiltakinum her

bikesvscars.jpg
bottom of page