Ársins fyrsta tiltak

FNU vil enn einaferð ynskja tykkum øllum gott nýggjár.

Ársins fyrsta tiltak hjá okkum verður komandi hósdag.

Hetta er ein limafundur, har ætlanin m.a. er at hoyra tykkara hugsanir og ynskir um ávís evni/mál, ið tit halda, at felagið skal arbeiða við. Harumframt vóna vit at kunna gera nakrar arbeiðsbólkar, sum kunnu arbeiða víðari við viðkomandi og áhugaverdum evnum/málum. Arbeiðsbólkarnir verða mannaðir við bæði nevndarlimum og limum, ið ynskja at vera virknir í felagnum.

Til ber sjálvandi at tekna seg sum lim á staðnum - kostnaður einans 100 kr um árið - so bjóðið endiliga øðrum við - og hjálpið okkum endiliga við at deila hetta uppslag.

Tiltakið verður hóskvøldið 8 jan. kl. 19 í Pæsastovu, Bringsnagøta, Tórshavn

FNU

Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page