Náttúruráðstevnan 2023
týs. 03. okt.
|Tórshavn
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipar fyri Náttúruráðstevnuni 2023, har náttúran, lívmargfeldi og gransking verða sett í miðdepilin.


Tíð og stað
03. okt. 2023, 09:00 – 16:00
Tórshavn, 14 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Faroe Islands
Um tiltakið
Tað er sera týdningarmikið at økja um náttúruvitanina hjá fólki í Føroyum - bæði privat og í arbeiðshøpi. Hetta tí at føroyska náttúran er viðbrekin, og er sera lítið vard í føroyskari lóggávu.
Aftrat hesum fara vit at uppliva veðurlagsbroytingar komandi árini, og tað væntar mann eisini fer at ávirka øll, sum búgva í Føroyum.
Tí verður hendan ráðstevnan sett á skrá, so at tað ber til at deila vitan og geva íblástur, hvussu tað ber til, ítøkiliga, bæði privat og vinnuliga, at gera broytingar, ið gagna náttúruni og menniskjum.
Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er, at luttakarar læra meira um lívmargfeldið, náttúruna, og okkara tilknýti til hana.
Fyrilestrahaldararnir eru úr Føroyum og Norðurlondum, og fara m.a. at fortelja um náttúruverndarlógina, lívmargfeldi, um náttúru og sálarheilsu, og um børn og tilknýti til náttúruna. Hendan ráðstevna fevnir tí breitt og er ætlað fakfólkum, sum arbeiða við børnum á stovnum, teimum sum arbeiða við…