top of page

Náttúruráðstevnan 2023

týs. 03. okt.

|

Tórshavn

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipar fyri Náttúruráðstevnuni 2023, har náttúran, lívmargfeldi og gransking verða sett í miðdepilin.

Registration is closed
See other events
Náttúruráðstevnan 2023
Náttúruráðstevnan 2023

Tíð og stað

03. okt. 2023, 09:00 – 16:00

Tórshavn, 14 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Faroe Islands

Um tiltakið

Tað er sera týdningarmikið at økja um náttúruvitanina hjá fólki í Føroyum - bæði privat og í arbeiðshøpi. Hetta tí at føroyska náttúran er viðbrekin, og er sera lítið vard í føroyskari lóggávu.

Aftrat hesum fara vit at uppliva veðurlagsbroytingar komandi árini, og tað væntar mann eisini fer at ávirka øll, sum búgva í Føroyum.

Tí verður hendan ráðstevnan sett á skrá, so at tað ber til at deila vitan og geva íblástur, hvussu tað ber til, ítøkiliga, bæði privat og vinnuliga, at gera broytingar, ið gagna náttúruni og menniskjum.

Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er, at luttakarar læra meira um lívmargfeldið, náttúruna, og okkara tilknýti til hana.

At fagna náttúruni í øllum sínum líki. Fyrilestrahaldararnir eru úr Føroyum og Norðurlondum, og fara m.a. at fortelja um náttúruverndarlógina, lívmargfeldi, um náttúru og sálarheilsu, og um børn og tilknýti til náttúruna. Hendan ráðstevna fevnir tí breitt og er ætlað fakfólkum, sum arbeiða við børnum á stovnum, teimum sum arbeiða við burðardyggum loysnum, lesandi, starvsfólkum í kommunum og øllum, sum hava áhuga fyri náttúruni.

Dagurin byrjar við fyrilestrum, og endar í verkstovum seinnapartin har luttakarar fáa møguleikan at kjakast um ymisk evnir og fáa ítøkilig hugskot sum tey kunnu seta í gongd heima við hús ella á arbeiðsplássinum.

Betri, Tórshavnar Kommuna og Umhvørvismálaráðið hava stuðlað ráðstevnuni.

Orðstýrari er Óluva Zachariasen

Skrá:

09.00-09.15: Møguleiki at hitta ymiskar náttúrufelagsskapir

09.15-09.30: FNU bjóðar vælkomin og landstýriskvinnan í Umhvørvismálaráðnum setir stevnuna

09.30-09.50: Pætur á Borg, fulltrúi í Umhvørvismálaráðnum, greiðir frá Náttúruverndarlógini

09.55-10.15: Sólva Jacobsen, granskari á Havstovuni, fortelur um náttúruna í havinum

10.20-10.40: Magnus Gaard, rektari á Miðnámsskúlanum í Vestmanna, fortelur um náttúruna á landi

10.40-11.00: Kaffisteðgur

11.00-11.30: Kristine Engemann Jensen, granskari frá Aarhus universitet, fortelur um samanhangin millum náttúru og sálarheilsu (beinleiðis stroyming)

10.35-12.05: Lars Dinesen, frá IPBES, greiðir frá støðuni og týdninginum av lívmargfeldi

12.05-12.40: Døgurðasteðgur

12.40-13.05: Maria Reumert Gjerding, forkvinna hjá Danmark Naturfredningsforening, fortelur um týdningin og ávirkanina av teirra arbeiði (beinleiðis stroyming)

13.10-13.55: Fyrsta verkstova byrjar*

14.05-14.30: Tíð at finna næstu sessión og kaffisteðgur

14.20-15.15: Næsta verkstova byrjar

15.15-16.00: Kjak og taka saman um dagin

*Tá mann hevur meldað seg til ráðstevnuna, fær mann nakrar vikur frammanundan ein teldupost sendandi við møguleikanum fyri at melda seg til tvær verkstovur. Tað er avmarkað nøgd til tær ymsu verkstovurnar og tí er tað “fyrstur fær”.

Prísir: Undanprísur 345 kr. 

Vanligur prísur 395 kr, frá 30. august kl. 12.00. 

Lesandi og ung undir 18 ár 200 kr.

Atgongumerkir kunnu keypast her.

Atgongumerki

  • Keyp atgongumerki á www.nlh.fo

    345,00 kr
    +8,63 kr service fee
    Sale ended

Total

0,00 kr

Deil tiltakið

bottom of page