top of page

Viðbreknu Føroyar

Ein hugleiðing um ávirkanina av seyðabiti og veðurlagsbroytingum á plantusløg í Føroyum.

Grein úr Fjølnir 2022, skrivað av Kolbrún í Haraldsstovu, nevndarlimur í FNU og deildarleiðari á Plantudeildini á Tjóðsavninum.


Fjarskotnu Føroyar

Føroyar, eitt lítið oyggjasamfelag, liggja fjarskotnar í Norðuratlantshavinum. Brøtt fjøll, seyður og einsháttað graslendi er tað, ið eyðkennir føroysku náttúruna. Oyggjarnar eru so lítlar, at tær hómast ikki eingongd á heimskortinum! Hóast tað, eru Føroyar eitt sera týdningarmikið granskingarøki í altjóða høpi. Fjarskotna staðsetingin ger tað torført at spáa um veðurvánir og harvið avleiðingar av veðurlagsbroytingum. Øll vitan úr Føroyum gerst tí serliga virðismikil og er við til at fylla eitt vitanarglopp í Norðuratlantsøkinum.

Viðbreknu Føroyar

Plantuvøksturin, sum vit kenna í føroysku náttúruni, hevur sín uppruna ymsastaðni frá. Menniskju komu higar fyri uml. 1700 árum síðani og tóku tá plantur við sær, sum síðani eru farnar at vaksa vilt í Føroyum. Aðrar eru komnar við fugli, og aftur aðrar hava vindurin og sjógvurin ført higar.

Men tað hevur verið ein tung ferð hjá flestu plantum at finna fram til hesar fjarskotnu oyggjar. Tær planturnar, sum hava klárað ferðina, hava síðani tillagað seg til serstøku náttúruna og veðurlagið ígjøgnum tíðina, og vaksa tí allarbest í Føroysku náttúruni. Men hetta merkir eisini, at tann vøkstur, sum trívist her, er ógvuliga viðbrekin. Viðbrekin í so máta, at ílegu fjølbroytnið er lágt. Tað ger plantusløgini minni mótstøðufør enn á meginlandinum, og tað merkir, at vøksturin í Føroyum ikki er serliga mótstøðuførur ímóti broytingum uttanífrá.

Fyrr var tann vøkstur, vit síggja í gjáum og homrum ídag, vanligur úti í høgunum eisini. Tað hava kanningar av fortíðargróðri víst. Tá fólk fyrstu ferð komu til landið og høvdu seyðin við sær, legði seyðurin á henda ríka gróður, og tað vardi ikki leingi áðrenn hagin var týndur og fór at líkjast tí landslagnum, vit kenna ídag.

Í dag síggjast leivdir av torvskurði sum sár í lendinum, og jarðriv eru ein vanlig sjón. Harðbalna veðurlagið ger somuleiðis, at lendið er undir áhaldandi trýsti. Hóast vit menniskju altíð hava verið sera tengd at náttúruni, hava vit ikki altíð sýnt virðing og havt fyrilit fyri, hvat náttúrutilfeingið tolir. Djóra- og plantulív eru í vanda, tí menniskjaliga virksemið ofta ikki tekur atlit til náttúruna. Veðurlagsbroytingar, sum nú eru eitt varandi fyribrigdi, gera somuleiðis at trýstið á náttúruna ongantíð hevur verið størri, enn tað er nú.

Framtíðar forsagnir

Hóast vit ikki kenna allar ávirkanirnar av veðurlagsbroytingum á náttúruna í Føroyum, so eru kanningar gjørdar, sum vísa týðiligar broytingar í gróðursamanseting og plantusamfeløgum orsakað av veðurlagsbroytingunum.

Framtíðar veðurvánirnar fyri havøkið í Norðurevropa kunnu væntast at hava við sær heitari veðurlag við meira avfalli, skýggjum og helst eisini harðari vindi, sambært IPCC. Um vit sameina hesar veðurvánir við tað longu harðbalað umhvørvið á fjallatindunum, og um vit hava í huga, at fjallalendi hava lyndi til at blíva burturmáað av veðrinum og seyðabiti, ber til at ímynda sær einar ógvuliga øðrvísi Føroyar í framtíðini. Avleiðingar av áðurnevndu viðurskiftum kunnu føra til fleiri berar fjallasíður uttan gróður og lív. Somuleiðis fer gróðurin, sum er at síggja í haganum í dag, kanska vera býttur um við gróður, sum átti at trivist betur í láglendi. Fleiri ber økir á fjallasíðum gera, at plantusløg, sum eru vanlig í láglendi og áður ikki hava verið før fyri at kappast við kalt-tillagaðar plantur, fáa frítt spæl og møguleika at festa seg. Hetta tí at kappingin millum plantusløg minkar.

Tey plantusløgini, sum vera mest útsett fyri álvarsomu útbreiðslu broytingum orsakað av veðurlagsbroytingum, eru tí tey, sum hava tillagað seg til kulda og trívast best uppi í hæddini. Tey plantusløgini, sum longu bert trívast í hæddini, hava ongastaðni at fara, um hitin hækkar á fjallatindunum, og fara tí við tíðini doyggja út. Forsagnir vísa, at hóskandi gróðrarøkir hjá plantum, sum eru tillagaðar kulda, eru í stórari minking, og at hetta fer at føra til eitt stórt tap av lívmargfeldi í framtíðini.

Uttan vitan er lítil virðing

Hóast hetta er syrgilig kunning, so er tað kunning óansæð. Hetta er vitan, sum vit kunnu taka til okkum og gera nakað við. Vitan er okkara besta amboð í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum.

Náttúruna eiga vit at taka atlit til og hava virðing fyri, men uttan vitan, hvussu kunnu vit hava virðing, og hvussu skapa vit tilknýti til náttúruna? Vit vilja verja tað, sum vit virðismeta, og vit virðismeta tað, sum vit skilja. Læra vit um náttúruna og um lívmargfeldið, gerast vit eisini meira tilvitaði um okkum sjálvi, og hvussu vit ávirka náttúruna. Føroyar hava eina serstaka náttúru, sum hevur lagað seg til føroyska veðurlagið. Tí er tað serliga umráðandi at kanna, hvussu náttúran í Føroyum er fyri - hvørji landsløg, plantu- og djórasløg eru, og hvussu tey trívast. Tað er soleiðis, vit fyrireika okkum til eina ófrættakenda framtíð merkt av veðurlagsbroytingum, og eisini soleiðis vit tálma teimum avleiðingum, sum standast av hesum broytingum. Náttúran má raðfestast, tí hon er grundarlagið undir trivnaði, heilsu og vinnu í Føroyum. Uppbyggja vit vitan í Føroyum, gerast sambindingar millum drívhjól aftanfyri veðurlagsbroytingarnar sjónligari. Tað ger at vit kunnu ítøkiliggera ávirkanina á lívmargfeldið í einum øki, har avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í stóran mun enn eru ókendar.

Mynd: Kolbrún í Haraldsstovu

bottom of page