top of page

Við tunnilsmunnan

Bloggur: Steintór Rasmussen



Føroyingar liva og doyggja fyri sínar bilar. Morgunin hjá teimum flestu byrjar við at festa trygdarbeltið. Tað eru fleiri bilsølumenn enn bakarar í landinum. Vit tosa um elbilar,  koyrilíkindi, píkadekk, kavarudding, kampingvognar, um bilferðir, trailarafestival og parkeringspláss.


Á tingi kjakast politikarar um hvørjir tunlar skulu raðfestast fremst næstu árini. Og í Degi og Vegi fær prátið um bummgjald, og tankin um eina meiri samhaldsfesta skipan, føroyingar upp úr stólinum. 

Í meiri enn eina hálva øld hava bileigarar goldið sín vegskatt. Tað er líkamikið, um hetta er fyri ein bil, sum stendur uttanfyri hús tíni í Haraldsundi ella um førarin koyrir miðbýin í Havn á tamp fyri at finna eitt líkinda parkeringspláss.


Bilurin er eitt vælsignilsi og eitt forbannilsi. Bilarnir eru risastóru skógvarnir hjá hjá føroyingum, sum í dag skulu yvir firðir og uppum fjøll. Tað er eitt stórt frælsi og ein fantastiskur møguleiki at kunna seta seg í ein góðan bil og kunna koyra har, sum lívið kallar.


Men at skula sita fastspentur handan róðrið dagin langan, er hvørki gott fyri einstaklingin ella samfelagið.


Tosa vit um umhvørvið og heilsuna - og ikki at gloyma tær mongu vitleysu íløgurnar, har allir fíggjarkarmar verða sprongdir og gerandisdagurin hjá føroyingum lagdur undir asfalt - so nærkast vit skjótt einum sjálvsøgdum svari, hvussu okkara vegir og tunlar skulu fíggjast. Eisini Suðuroyartunnilin!


Bummgjaldið skal burtur, og ístaðin skal eitt eyka brúkaragjald leggjast á øll skrásett akfør í Føroyum.

Sjálvandi skulu øll tey, sum hava bil (eisini bussar, vøruvognar, lastbilar og motorsúklur) gjalda fyri at vit politiskt hava avgjørt at útbyggja ferðslukervið í Føroyum.


Óansæð um tú býrt á Argjum ella í Dali. Og annars hvar tú hevur fyri neyðini at koyra í landinum.


Helst skulu teir stóru og dýrasta og teir mest dálkandi bilarnir gjalda mest.

Tað eigur at bera til at finna ein hampiligan, logiskan og rættvísan frymil. Tað er ikki ringt at rokna út, at 42.000 skrásett akfør, sum í miðal gjalda 10.000 krónur árliga geva landskassanum 420.000 miljónir. Tann stóra peningaupphædd skal sjálvandi ikki tippa óneyðug búskaparlig hol, men verða sjálvt grundlagið fyri at útbyggja og viðlíkahalda vegakervið í landinum.


Sjálvandi skulu øll hava javnbjóðis møguleikar og at koyra ella ferðast í egnum landi. Og bilarnir, sum í dag verða virðismettir hægri enn spælandi barnið í túninum, súkklistarnir á vegnum og tey gomlu á gongubreytini, ja, teir skulu gjalda fyri okkara dýra og vælútbygda ferðslunet.


Í hesum tíðum, har vit altíð eiga at taka fyrilit til umhvørvið og heilsuna hjá tí einstaka, er tað fullkomiliga misskilt, at vit skulu eggja fleiri túsund bilistum dagliga at koyra meiri enn gott er ígjøgnum tunlarnar fyri at hesir skjótari skulu verða niðurgoldnir.


Nei, ongantíð betri, enn um vit í framtíðini fara at koyra minni og heldur meiri saman og kollektivt. At vit brúka minni olju og útlát, og at vit eisini læra okkum at hugsa meiri grønt og burðardygt.  

Tað skuldi ikki verið so trupult ...


Um fólk í framtíðini, orsaka av tí nýggja veg og tunnilsskattinum, velja bilin frá, so er tað einans ein vinningur fyri náttúruna, heilsuverkið og friðin her á landi. Tó vænti eg, at allar tær stóru tunnilsverkætlanirnar, (les; Eysturoyartunnilin, Sandoyartunnilin og Suðuroyartunnilin), eru væl og virðiliga niðurgoldnir, áðrenn vit sum samfelag eru vorðin so klók.  


Tað er fantastiskt at kunna flúgva, sigla og koyra í bili. Men eydnan er at kunna steðga á, njóta ferðina og sansa lívið. Serliga her í Føroyum.


Góðan bilfrían sunnudag og gott nýggjár!             

Comments


bottom of page