Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelags leitar eftir einum ágrýtnum verkætlanarsamskipara til eitt tíðaravmarkað starv. Talan er um eitt hálvtíðarstarv í tíðarskeiðinum 1. februar - 1. oktobur 2023, við møguleika at leingja.
Um starvið
Verkætlanarsamskiparin hevur ábyrgdina av dagliga arbeiðinum í FNU, millum annað at fyrireika fundir og seta í verk avgerðir hjá nevndini. Harafturat hevur samskiparin ábyrgd av at skipa fyri tiltøkum, skriva tíðindaskriv og miðla um virksemið í FNU. Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv.
Høvuðsuppgávur
Vera við til fundir hjá nevndini og seta átøk í verk
Samskiparin skal, í samstarvi við nevndina, skipa fyri tiltøkum - so sum fyrilestrum, hugnakvøldum, sosialum tiltøkum fyri limir og/ella almenninginum
Umsita heimasíðuna og sosialar miðlar
Søkja stuðul frá grunnum, fyritøkum v.m.
Svara fyrispurningum og umsita teldupostin hjá felagnum
Førleikakrøv
Vit vænta at tú:
ert ágrýtin og hevur áhuga fyri náttúru og umhvørvi
hevur góð samstarvsevnir
kanst arbeiða sjálvstøðugt og klárar at hava fleiri jørn í eldinum
megnar at seta verkætlanir í verk og føra tær á mál
kann mynda og umboða FNU í almenna rúminum
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt hálvtíðarstarv, sum verður sett 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til 1. oktobur 2023, men møguleiki er at leingja tað. Setanarstað er í Tórshavn.
Løn og setanartreytir eftir nærri avtalu.
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera FNU í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. desembur 2022. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til fnu@fnu.fo. Viðmerk teldupostin “Verkætlanarsamskipari”.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fíu Niclasen á fianiclasen@gmail.com ella tlf. 504440.
Comments