top of page

Verjið Mølheggjarnar á Sandi!

Mølheyggjarnir Heima á Sandi eru veruliga sjáldsamir og onga aðra staðni í Føroyum hevur tú slíkt umhvørvi. Á Mølheyggjunum er sera stórt margfeldi av blómum og vøkstrum og skordýrum. Tiðliga gjørdist greitt, at Mølheyggjarnir eru ein dýrgrípur, sum mátti verjast og blivu Mølheyggjarnar friðaðir.


Tað sigur seg sjálvt, at vakra økið altið hevur drigið fólk til sín, men við skjótt vaksandi ferðamannavinnuni í Sandoy er nú vandi á ferð. Dag og dagliga um summarið er hópurin av fólki, sum gongur í Mølheyggjunum og tað verður spælt og gingið uttan fyrilit fyri vøkstir og longu nú sæst árinið á sjáldsama marhálmin sum bindir sandin, hann verður traðkaður burtur. Eisini økið á Sandafløtunum frammanfyri Mølheyggjarnar, sum er friðað, verður nýtt til parkeringsøki og sum týnir allan upprunavøksturin har.


FNU heitir á avvarðandi mynduleikar m.a. sýslumannin og Sands kommunu at taka stig til at verja mølheyggjarnar móti óskipaðari gongd í økinum. Gøtur í lendinum er ein møgulleiki. Eisini verður heitt á Sýslumannin at forða fyri, at bilar koyra oman í friðaða økið við Mølheyggjarnar.


Mølheyggjarnir eru ogn allra okkara og mugu verjast!


Comments


bottom of page