Veðurlagsbroytingar: Føroyskur fotografur sum sjónarvitni

-Vit tosaðu við eina mammu, sum hevði fýra børn. Eitt av børnunum var bara skolað burtur, og hon fann tað ongantíð aftur. Hon segði, at hon yvirlivdi bara fyri hini børnini. Ein onnur kona stóð og savnaði múrsteinar saman við einum tomum andslitsbrá. Hetta var alt hon hevði eftir: Ein klumpur av múrsteinum, sum einaferð hevði verið hennara heim.


Hetta sigur Jan Arnskov, fotografur, sum júst hevur verið á reportasjuferð fyri Danmark Radio í Pakistan, sum er hart rakt av veðurlagsbroytingunum.


Góðan morgun Føroyar tosaði við Jan Arnskov mikumorgun. Hoy samrøðuna her.


Mynd: KVF

Tað nýggjasta