top of page

Væleydnað tiltak um skynsama bygging og orku


Mikukvøldið 22. november var orkukvøld í Skúlanum við Løgmannabreyt.


Evnið var, hvussu vit kunnu byggja okkara hús og bygningar soleiðis, at sum minst av orku verður brúkt - og hvussu vit kunnu fáa byggingina og orkuna so grøna og burðardygga sum møguligt.


Stigtakarar og fyriskiparar av tiltakinum vóru hjúnini Magnus Thomsen og Alis Vestureið og børn teirra Anna Thomsen og Jens Aksel Thomsen.


Henda orkutilvitaða familjan hevði, saman við einum netverki av sera kompitentum fólkum, tikið sær av øllum: hugskoti, fyrilestrarskrá, at fáa aðrar fyrilestrarhaldarar, PR og øllum tí praktiska. Eisini hugnanum høvdu tey syrgt fyri, har var bæði kaffi, te og karamellur - sum tey høvdu fingið sponsorar at veita.


Ikki kann sigast annað enn, at her varð væl rikið, tí fleiri enn 300 fólk valdu at nýta hetta mikukvøldið í Skúlanum við Løgmannabreyt.


Formaður FNU, Jón Kragesteen, fekk heiðurin at bjoða vælkomin og siga nøkur orð. Hann vísti m.a. á, at eitt av fremstu málunum hjá FNU er at steðga veðurlagsbroytingunum - og tí er hetta tiltak sera kærkomið og týdningarmikið.


FNU formaðurin nevndi, at tað í Degi og Viku í somu viku kom fram, at tað sær ikki út til, at vit megna at røkka veðurlagsmálunum, sum vórðu sett í París í 2015. Í sendingini segði Bogi Hansen, at orsøkin er, at vit hava ov nógvar politikkarar, sum bara tosa, men einki gera.


Men tað kann so í hvussu er ikki sigast um hesar fýra eldsálirnar, “the Thomsen/Vestureið-team” úti á Argjahamri, her er tað ikki bara tos.


FNU formaðurin endaði við at siga, at hann var rættiliga vísur í, at tá ið tey, sum vóru møtt upp hetta kvøldið, fara heim aftur, so hava tey fingið bæði vitan og hugskot, sum veruliga kunnu fremjast í verki - og ikki nakað, sum bara endar sum tos.


Fyrilestrarnir í orkukvøldinum vóru:

  • Magnus Thomsen (Orka í Føroyum)

  • Anna Thomsen, (Skynsom bygging)

  • Søren Antoft (innkoyring av hitapumpu í eldri húsi)

  • Ragnar K. Mouritsen (hvat kostar tættleikin?)

  • Petur Magnus Bjarnastein (Simme Musikhús)

  • Jens Aksel Thomsen (Frá olju til hitapumpu)

  • Andrias Klein Gregoriussen (veðurlagið í Føroyum)

  • Jan Rasmussen (Gomul hús í nýggjum hami)


Meiri er at lesa um orkukvøldið á orkan.fo.

bottom of page