Opið hús á Mentanarnáttini 10 septembur!

Til mentanarnáttina í Tórshavn fríggjadagin tann 10. septembur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum fólkum framvið til eitt hugnaligt prát við okkum feløgini FNU og Fuglafrøðifelagið. Eisini verða tvey forvitnislig innlegg, sum vit vóna fleiri hava áhuga í.


Men mest av øllum eftirlýsa vit at koma í tal við limirnar í FNU. Hvussu halda tit vit eiga at brúka okkara tíð og orku á bestan hátt? Er tað okkurt sum fer framvið tí vit stara okkum blind í einstøkum málum, ella skulu vit ansa okkum eftir ikki at blíva for forsigtig ella tannleys? Vit vóna inniliga at tit vilja leggja leiðina framvið, og gjarna fáa onkrar nýggjar limir – bjóða vinum og kenningum uppí. Vit vænta heilt vist at tað kann blíva hugnaligt og stimbrandi um onkur tykkara leggur leiðina framvið.


Skráin verður soleiðis:

Dyrnar lata upp kl 19.00, og opið hús verður til kl. 23.30

Kl. 20.00 hava Marjun Syderbø Kjeldnæs og Sanna A. Dahl eitt prát um ”at skriva søgur um umhvørvið”.

Kl. 21.00 hevur Svein-Ole Mikalsen formaður í fuglafrøðifelagnum eina framløgu við heitinum ”Eitt sindur um fugl”


Tiltakið er ókeypis, og tað verður gjørligt at tekna seg sum lim á staðnum.


Sí eventið á facebook her: https://www.facebook.com/events/437269044325407/?acontext=%7B%22event_action_history%22%3A[%7B%22surface%22%3A%22page%22%7D]%7D



Nýggjastu tíðindi