top of page

Nýggjur verkætlanarsamskipari hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag


Turið Gaard Hansen er sett í hálvtíðarstarv sum verkætlanarsamskipari hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Turið er 34 ár og útbúgvin lærari frá Professionshøjskolen Metropol. Harafturat hevur hon tikið ein pba í Innovatión og íverksetan. Hon hevur arbeiðsroyndir sum lærari, við ferðavinnu og mentanarøkið, har hon m.a. hevur verið við til at samskipa tiltøk, at skriva og týða tekstir, og at arbeiða sum sjálvstøðug.

Fyri Turið hevur náttúruvernd, burðardygd og varðveitan av lívmargfeldinum ein stóran áhuga, og fegnaðist hon um at byrja í starvinum hjá FNU 1. februar.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag bjóðar Turið hjartaliga vælkomnan í starvið.

Comments


bottom of page