top of page

NÁTTÚRULOYSNIR Í NORÐURLENDSKUM HØPI 🌱🌿🍀

Hósdagin 1. septembur kl 15 skipar Norðurlandahúsið fyri fakligum kjakfundi um náttúruloysnir í norðurlendskum høpi.


Heimurin stendur fyri stórum avbjóðingum viðvíkjandi veðurlagnum, umhvørvinum og lívfrøðiliga margfeldinum. Men tey góðu tíðindini eru at náttúran sjálv eigur nógvar a loysnunum upp á trupulleikarnar. Dømir eru rewilding har mann t.d. endurnýggjar plantur, ið eru horvnar í einum øki, ella at lata náttúruna passa seg sjálva, at bøta um oyðiløgdar vistskipanir og endurreisa pínd lendi.


Hendan dagin fara serfrøðingar, ung og avgerðartakarar at kjakast um týðningin av Náttúruloysnum, fyri lívmargfeldi, veðurlagið og vælveruna hjá menniskjum, og á hvønn hátt tær kunnu setast í verk í Norðurlondum.


Luttakarar við pallborðið:

  • Kolbrún í Haraldsstovu, verkætlanarleiðari á verkætlanini Lendisbati og leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum.

  • Hafdís Hanna Ægisdóttir, stjóri á deildini fyri burðardygd á lærda háskúlanum í Íslandi.

  • Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur fyri Tjóðveldi.

  • Andrea Vang, lesandi og limur í Nordic Youth Biodiversity Network.

  • Leonard Sandin, granskingarleiðari á NIVA, Norwegian Institute for Water Research.


Lesast kann meira um tiltakið her: https://www.nlh.fo/?event=8552/miljoprisen



Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Bøgøta 14

100 Tórshavn

Teldupostur: fnu@fnu.fo

Tlf: 251290

  • Instagram
  • Facebook

Eg vil fegin frætta nýtt frá FNU:

Takk fyri

bottom of page