top of page

Náttúru- og umhvørvisdagur í Gulu smiðju

Updated: Apr 20, 2024

Næmingar í hádeildini í Runavíkar skúla luttóku í dag í einum náttúru- og umhvørvisdegi í Gulu Smiðju. FNU skipaði í samstarvi við Gulu Smiðju fyri degnum í sambandi við verkætlanina Youth for Arctic Nature (YAN).



Næmingarnir luttóku í fleiri verkstovum. Har varð skrivað og prentað, suppa gjørd úr frátiknum matvørum, og eisini sluppu tey ein túr um Toftavatn, har hugt varð eftir fuglum og plantum saman við serkønum. Fleiri myndir frá degnum kunnu síggjast her.





Youth for Arctic Nature (YAN) er ein altjóða vísindagrundað djóralívs- og umhvørvislæruverkætlan, ætlað børnum og ungum í aldrinum 5-30 ár. Málið er at eggja børnum og ungum at taka lut í kanningum av náttúru- og umhvørvisbroytingum í Arktis og subarktisku økjunum.


Myndir: Anelia Philbrow


Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Bøgøta 14

100 Tórshavn

Teldupostur: fnu@fnu.fo

Tlf: 251290

  • Instagram
  • Facebook

Eg vil fegin frætta nýtt frá FNU:

Takk fyri

bottom of page