top of page

Mótmæla oljuleitingum á altjóða veðurlagsverkfalli

Landsstýrið blæsur við mjøli í munninum: samstundis sum tey gera tað púra greitt, at vit skulu halda altjóða avtalur um veðurlagsbroytingar fyri at varðveita eitt trygt veðurlag, ynskja tey at halda fast við leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Hetta ber ikki til.

Veðurlagsrørslan er ein altjóða rørsla, og fríggjadagin 3. mars er altjóða veðurlagsverkfall, og veðurlagsverkfall verður eisini í Føroyum.



Tí siga vit í samband við altjóða veðurlagsverkfallið: Latið oljuna liggja!

Vit skulu hinvegin seta ferð á grøna orkuskiftið, minka um okkara orkunýtslu og lækka vakstrarhúsgassútlátið munandi.

Tiltakið er við Speakers Corner í Havn og byrjar kl. 12:30. Gunnhild Dahl Niclasen og Kári Mortensen bera fram røðu. Aftaná er orðið frítt.

Fyriskiparar eru Veðurlagslóg NÚ! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.



Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Bøgøta 14

100 Tórshavn

Teldupostur: fnu@fnu.fo

Tlf: 251290

  • Instagram
  • Facebook

Eg vil fegin frætta nýtt frá FNU:

Takk fyri

bottom of page