Lat okkum gera valið til eitt veðurlagsval

Nú stundar aftur til løgtingsval. Vit hava møguleika at velja eitt nýtt løgting, sum raðfestur veðurlagsátøk og náttúruvernd.


Heimsstøðan er álvarsom við kríggi, hækkandi prísum og veðurlagskreppu. Vit hoyrdu føroyska myndamannin Jan Arnskov, sum hevur verið í Pakistan fyri Danmarks Radio, greiða frá í Góðan morgun Føroyar um ræðuleikarnar, sum hann hevur sæð í Pakistan, har veðurlagsbroytingar hava við sær, at regntíðin er óvanliga vát. Monsunurin hevur elvt til stóra vatnflóð í pørtum av landinum og fólk flýggja frá húsi og heimi og stór landbúnaðarøki verða løgd í oyði.


Tað eru serliga fátæku londini, sum føla sviðan av veðurlagsbroytingunum, men Føroyar fara eisini við tíðini at merkja veðurlagsbroytingar við eitt nú hækkandi vatnstøðu, títtari ódnum, broytingum í havumhvørvinum og í livilíkindunum hjá plantum og djórum.


FNU og Veðurlagslóg NÚ! ynskja at gera valið til eitt grønt val, har vit føroyingar eisini taka ábyrgd og gera munagóð átøk fyri at minka um útlátið og samstundis verja og bøta føroysku náttúruna.


Vit heita á politisku flokkarnar, valevnir og miðlarnar um at taka veðurlagskreppuna og náttúruvernd í størsta álvara.


Vit fara í valstríðnum at gera okkara til, at hetta verður eitt veðurlagsval og vit vóna, at Føroya fólk vil vera við og seta hesi umráðandi mál á breddan nú valstríðið fer í gongd.


Við umhvørviskvøðu,

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) og Veðurlagslóg NÚ!


Mynd: Amnesty Ung

Tað nýggjasta