top of page

KANNING: VEÐURLAGSÁTØKINI SKULU VERA VIÐ LÓG

Stórur meirluti er fyri eini bindandi føroyskari veðurlagslóg, og annar hvør veljari tekur undir við einum CO2-avgjaldi, vísir ein meiningakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt.

Føroyar skulu binda seg til seta í verk tiltøk, sum skerja útlátið av veðurlagsgassum. Skerjingar, sum eru settar í verk við lóg og taka støði í tí sonevnda París-sáttmálanum.

Hetta er ein av niðurstøðunum í meiningakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) og Veðurlagslóg NÚ. Kanningin er gjørd í sambandi við løgtingsvalið 8. Desember.

Høvuðsmálið við París-sáttmálanum er at halda heimsupphitingina væl undir 2 hitastigum, og helst undir 1,5 hitastig. Hetta er í mun til hitan áðrenn ídnaðarkollveltingina. Longu nú er heimurin hitnaður áleið 1,09 hitastig síðani ídnaðarkollveltingina.


Undirtøka fyri veðurlagslóg og CO2-avgjaldi

Í Føroyum hava vit sagt okkum taka undir við París-sáttmálanum, men hava ikki vilja bundið okkum til hetta við lóg, sum hevði pliktað okkum til at røkka málinum.

Veðurlagslóg NÚ og FNU hava leingi talað fyri, at hetta verður gjørt við lóg, og meirlutin av teimum, sum fara á løgtingsvalið 8. desember, eru samd við okkum.

57 % av teimum spurdu svara, at tey taka undir við, at ein veðurlagslóg verður gjørd, sum tekur støði í Paríssáttmálanum, og sum ásetur bindandi skerjingar av útlátinum av veðurlagsgassum. 17 % eru ósamd. 26 % siga, at tey vita ikki.

Stór undirtøka er eisini millum fólk fyri at seta munagóð tiltøk í verk til tess til frama fyri umhvørvið. Annar hvør veljari í meiningakanningini ,50 %, heldur, at ásetast skal eitt CO2-avgjald, sum skal seta ferð á grøna orkuskiftið. 32 % eru ósamd, meðan 18 % siga seg ikki vita. Stabbamyndir eru niðast.

Eitt greitt signal til politikararnar

FNU og Veðurlagslóg NÚ fegnast um úrslitini av kanningini.

Við eini lóg, sum skerjir útlátið av veðurlagsgassum, fara vit at binda okkum til tey mál, sum standa í París-avtaluni. Við hesum tryggja vit, at tað ikki bara verða orð, men verulig átøk til frama fyri umhvørvið.

FNU og Veðurlagslóg NÚ hava leingi arbeitt fyri, at løgtingið samtykkir eina veðurlagslóg. Eina lóg, har vit sum land binda okkum til at handla og alla tíðina eftirmeta, hvussu tiltøkini virka.

Tí er tað gleðiligt, at veljarin eisini tekur undir við hesum og at áseta eitt CO2-avgjald fyri at seta ferð á orkuskiftið.

Hetta er eitt greitt signal til politikararnar, um at gera nakað meira munagott fyri umhvørvið enn tað, sum higartil hevur verið gjørt. Tað er ikki nóg mikið, og tað vóna vit, at valevnini hava í huga, nú vit nærkast endabrestinum av valstríðinum.

Veljarin hugsar um umhvørvið

Sum vit fyrr hava víst á, vísir meiningakanningin eisini, at annar hvør føroyingur hugsar um umhvørvið, tá ið hann fer á val. Og at 76 % halda, at CO2-útlátið skal lækka munandi tey komandi árini.

Tað er okkara vón, at politikararnir hava hesi greiðu signal frá veljarunum í huga, nú valstríðið er í hæddini.






bottom of page