Leygardagin tann 10. desembur frá kl 14-16 verður hugnaligt jólatiltak í hølum okkara í Bøgøtu.
Hendan dagin verður møguligt at vitja okkara hølir og hugna sær í øllum jólaresinum.
Hesin dagurin verður í barnahædd, og vit fara at klippa og perla jólapynt. Kakao, kaffi og vafflur verður at fáa.
Øll eru vælkomin framvið :)
FNU