Farna mikudag og hósdag var ein norðurlendsk ráðstevna í Íslandi, har eisini Føroyar hevði tveir fyrilestrarhaldarar á skránni. Annar fyrilestrarhaldarin var Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, og hin var Ólavur Poulsen úr FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.
Stigtakari til ráðstevnuna, ið hevði heitið ”Seniors and Climate Issues – For Benefit of Both” (Eldri og veðurlagið – Báðum at gagni) var Norðurlandaráðið, har Ísland eigur formanssessin í løtuni.
Í flestu av hinum norðurlondum hava eldri, ommur og abbar, tikið seg saman í minni og størri bólkar, sum javnan hittast. Felags fyri hesar eldrabólkar er at skipa fyri ymsum almennum tiltøkum, har endamálið á ein friðarligan hátt er
1. at avmarka veðurlagskreppuna,
at hava ráðstevnu við luttakarum úr øllum Norðurlondum, har greitt verður frá, hvat hevur verið gjørt, og hvat vit kunnu læra hvør av øðrum, og
gera frágreiðingar við tilmælum til landsins stjórnir.
Orsøkin til, at Landsfelag Pensjónista, sum ikki fæst við sjálvboðið veðurlagsarbeiði, var boðið við, komst av, at vit í Føroyum ikki hava slíkar eldrifelagsskapir, sum av sínum eintingum stríðast fyri avmarkingum innan veðurlagsbroytingar. Tí varð mælt til at fáa umboð fyri FNU við á ráðstevnuna, sum fór fram á enskum í Reykjavík dagarnar 27. og 28. september. Føroysku umboðini bæði løgdu fram frágreiðingar um hvør sítt virksemi og luttóku annars aktivt við í pallborðsfundum. Smærri arbeiðsbólkar vóru settir, har ymisk tilmæli vóru gjørd og síðani savnað saman. Úrslitið av tilmælunum verða almannakunngjørd um einar tveir mánaðir.
At evnið um Eldri í Norðurlondum og veðurlagsbroytingar verður tikið í størsta álvara, var longu beinanvegin, tá ráðstevnan byrjaði. Tá trein sjálvur hin íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, inn um dyrnar og bjóðaði vælkomin. Hann helt eina rimmar røðu, har hann í stuttum greiddi frá ymsum brotum úr íslendsku søguni, og hvussu alt var broytt frá fyrstu búsetingunum og fram til í dag, tá um tvær milliónir av fremmandum ferðafólki árliga vitja landið, sum hevur einar 400.000 íbúgvar.
At enda nevndi hann orðatakið, sum eisini vit í Føroyum kenna væl: Ungur nemur, gamal fremur. Hann vendi tað á høvdið, soleiðis, ” gamal nemur (lærir), ungur fremur”.
Ætlanin er, at vit eldru skulu læra og stuðla teim ungu til frama fyri veðurlagið.
Um 40 umboð úr Norðurlondum, undantikið Grønland og Áland, tóku lut á ráðstevnuni, sum fór fram í Reykjavík. Semja var um at upplýsa um veðurlagstrupulleikarnar. Teir kunnu avmarkast við fyrst og fremst at minka um CO2 útlátið við at brenna minni kol, olju og gass.
Tórshavn 30. september Beate L. Samuelsen, forkvinna Landsfelag Pensjónista
Beate Samuelsen framløgan er frá 2:45:00 til 2:57:00. Pallborðið frá 3:37:45 til 3:44:00
Ólavur Poulsen framløgan er frá 1:50:10 til 2:08:20. Pallborðið frá 2:23:00 til 2:38:30